Góðu SÍF-arar! Góðu veitslugestir!

Fyrst av øllum vil eg vegna Ítróttarsamband Føroya ynskja Sandavágs Ítróttarfelag hjartaliga tillukku við 100 ára degnum. 

Eisini vil eg takka fyri innbjóðingina til hesa stórfingnu veitslu, her tað persónliga er mær ein stórur heiður at fáa høvi at bera fram nøkur orð. 

Sum sandavágsmaður havi eisini eg notið gott av SÍF, og vil eg gera orðini hjá Heðini Brú til míni egnu, tá hann í kantatuni “Fedranna tala” sigur soleiðis: 

“Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu.
Hetta er sevjan í ættini rennur.” 

Vit minnast við æru tey, sum fyri hundrað árum síðani settu á stovn SÍF, sum fyrstu árini kallaðist Sandavágs Bóltfelag, sum so seinni kallaðist Sandavágs Ítróttarfelag. 

Felagið byrjaði í síni tíð – sum upprunanavnið segði tað – við fótbólti, men síðani komu bæði kappróður, fimleikur og hondbóltur aftrat. 

Í Sandavági hevur tað hesa farnu øldina verið á sama hátt, sum Mikkjal á Ryggi yrkti tað so væl í ítróttarsanginum “Á leikvøllum funnust í forum”: 

“Teir kundu væl listir og leikir,
so mjúkir um hvønn lið,
tó ikki í limum veikir,
so kvikir og hepnir við.” 

Bæði í fótbólti, hondbólti og ikki minst kappróðri hevur ligið serstakliga væl fyri, og bæði børn, ung og vaksin hava millum ár og dag borið bygdini heiður og æru. 

Mangur bátur hevur verið noyddur at boygt seg fyri teimum hvítu við reyðum stokkum og bláari rond, og heilt framúr hevur Ørnin verið við ikki færri enn seks føroyameistaraheitum. 

Í hondbólti hava kvinnurnar í Søljuni og menninir í SÍF eisini víst sína styrki, enntá við fleiri føroyameistarheitum, og tað sama kann sigast um fótbóltin, har serliga tey yngru hava gjørt um seg á ovastu rók. 

Og 800 ár eftir at Torkil Onundarson bygdi Sandavág, gekk navni hansara á odda yviri í Landskrona, tá Føroyar við einum braki komu á fótbóltsheimskortið hitt minniliga septemberkvøldið í 1990. 

Jú, sanniliga hevur SÍF fostrað bæði kvinnur og menn, ið vit øll somul kunnu vera errin av og fegnast um, og soleiðis fer tað eisini at verða. 

Ikki slepst undan, at vit enn eina ferð mugu taka undir við Mikkjali á Ryggi, tá hann seinni í ítróttarsangi sínum syngur soleiðis: 

“Ei vilja vit verri vera,
enn fedrarnir vóru tá.
Tey roysni, teir kundu gera,
tey vilja vit eisini ná.” 

Tað er ei undir í, at ítróttarfólk úr Sandavági og Sandavágs Ítróttarfelag mangan hava staðið seg so sera væl, tí tey hava sanniliga fingið gott í beinið.

Eisini hevur altíð eftir førimuni verið roynt at fingið teimum bestu umstøður at íðka ítróttin, og graslíkisvøllurin og SÍF-húsið á Valloyruni eru sannur miðdepil í bygdini. 

Stóra og góða ítróttarhøllin á Nesi, sum er karmur um veitslu okkara í kvøld, er gott dømi um samstarvssinni.

Tíðin hevur víst, at meðan mongum av ungmannafeløgunum, ið vórðu sett á stovn um aldarmótið, ikki var lív lagað, so hava ítróttarfeløgini hildið seg á lívi og ment seg. 

Vágafólk kunnu fegnast um, at tær tríggjar stóru bygdirnar í oynni øll hesi mongu ár hava varðveitt síni ítróttarfeløg, so her gongur oyggin undan sum slóðari og viti. 

Tað er altíð gott at síggja, at tað grør um gangandi fót, og skal Sandavágs Ítróttarfelag verða unt at liva væl og við sítt fríska lív, nú sett verður á aðru øldina í søgu felagsins. 

Hesa farnu øldina hevur SÍF staðfest sítt virði í søguni, og vil eg ynskja fyri felagið og bygdina, at framtíðin leggur nógv gott aftrat hesum sterka varða, ið lagaður er. 

Takk fyri og enn eina ferð hjartaliga tillukku! 

Eg fari síðani at heita á formannin í Sandavágs Ítróttarfelag, um at koma upp higar at taka ímóti einari gávu frá Ítróttarsambandi Føroya, sum er ein kekkur áljóðandi 10.000 kr, ið skal nýtast til ungdómsarbeiðið í felagnum.

Petur Elias, varaforseti