Leiðreglur

Úrvalstænastur

Úrvalstænastur hava til endamáls at veita dygdargóðan og fakliga grundaðan stuðul til sambond og menningarsambond innan úrvalsítrótt. Endamálið er at styrkja menning og avrik hjá føroyskum ítróttafólki, við at veita teimum  førandi vitan innan økir, ið hava beinleiðis ávirkan á ítróttaligu úrslitini — so sum fyribyrging og viðgerð av skaðum, kropsliga- og sinnisvenjing, kost og heilsu.

Úrvalstænasturnar fevna um:

Ítróttarlækna, ítróttarfysioterapi, ítróttarsálarfrøði, kropsliga venjing og kostráðgeving.

Úrvalstænasturnar eru ætlaðar at stuðla dagligu menningini av íðkarum, við serligum denti á skaðafyribyrging, skaðaviðgerð, kropsliga venjing, sinnisvenjing og kost. Tænasturnar eru ikki ætlaðar til venjingarlegur ella kappingar.

Gjalding og stuðul til úrvalstænastur

Úrval fíggjar helvtina av kostnaðinum fyri tær tænastur, sum verða veittar ígjøgnum skipanina. Hetta merkir, at sambondini sjálvi gjalda fyri tænasturnar í fyrstu atløgu og kunnu síðan fáa endurgjald frá Úrval, so leingi sum játtanin er tøk. Tá játtanin er brúkt, kann sambandið framhaldandi gera nýtslu av tænastunum, men uttan rætt til endurgjald.

Mannagongd

  • Sambandið avtalar og rindar beinleiðis við veitara.
  • Sambandið sendir uppgerð til Úrval fyri endurgjald. Hetta kann gerast hvønn kvartal. 
  • Úrval rindar upp til 50% av kostnaðinum, so leingi sum játtanin er tøk.
  • Útreiðslur til úrvalstænastur skulu síggjast aftur í úrvalsrokniskapinum hjá sambandinum.

Játtan, ið ikki verður brúkt, fellur burtur við ársenda og verður løgd aftur í felags puljuna fyri eftirfylgjandi ár.

Tá játtanin er uppi, verður hetta fráboðað, og endurgjald fæst ikki fyri tænastur eftir tað.

Raðfesting

Úrvalsítróttarfólk hjá sambondum, sum fáa stuðul frá Úrval, hava fyrstu raðfesting til hesar tænastur, hetta eru A-landslið ella bestu einstaklingar í eini ítróttagrein.

Ítróttarfólk, sum ikki eru partur av Úrval, kunnu eisini brúka tænasturnar – tó uttan nakran stuðul frá Úrval. 

Serfrøðingatoymið

Serfrøðingatoymið hjá Úrval fevnir um nøkur av mest royndu og fakliga førandi serfrøðingunum innan ítróttarfysioterapi, ítróttalæknafrøði, kostráðgeving, sinnisvenjing og kropsliga venjing. Hetta toymið er sett saman fyri at tryggja úrvalsítróttafólkum dygdargóðan, samanhangandi og fakliga grundaðan stuðul. Tað verður mælt til, at sambond og íðkarar – í mest møguligan mun – nýta teir mest royndu og kompetentu serfrøðingarnar, soleiðis at vit tryggja best møgulig úrslit og hægsta fakliga stig í arbeiðinum.

Um eitt samband heldur, at listin ikki fevnir um allar viðkomandi tænastur ella serfrøðingar, kann tað senda inn eitt uppskot um at fáa viðkomandi persónar ella tænastur lagdar afturat listanum. Serfrøðingar eru eisini vælkomnir at søkja um at koma á listan. Hetta skal sendast til úrvalssamskiparan á signar@isf.fo.

Ítróttafysioterapi

  • Bjartur Thomsen
    • Autoriseraður fysioterapeutur, kropslig venjing og testing. Búsitandi í Aalborg, har hann lesur kandidat í muskuloskeletal fysioterapi; serfrøðingur í ítróttafysioterapi, styrkivenjing, endurvenjing og performance-ráðgeving til úrvals- og ungdómsleikarar.
    • bjartur(kurla)nb.fo
  • Brian Fossabrúgv
    • Autoriseraður og royndur fysioterapeutur við 22 ára starvsroyndum innan ítróttarfysioterapi, serligur innan knæskaðar, við breiðari roynd í viðgerð, endurvenjing og fyribyrging hjá íðkarum úr hondbólti, fótbólti, frælsum ítrótti og øðrum greinum.
    • brian(kurla)fysio.fo
  • Jóan Magnus Lamhauge Dalbø
    • Autoriseraður fysioterapeutur og parteigari í Havnar Fysioterapi við sergrein innan ítróttarfysioterapi, knæ-, aksla-, mjadna- og øklaskaðar, viðgerð sambært MDT og GLAD, og breiðum royndum frá føroyskum úrvalsítrótti.
    • joanmagnus(kurla)fysioterapi.fo
  • Jóhan E. Heimustovu
    • Autoriseraður fysioterapeutur og master í sport science við sergrein innan ítróttarfysioterapi, endurvenjing og performance-optimering, við royndum sum venjari og fysioterapeutur hjá úrvalsítróttarfólki og liðum í Føroyum.
    • johan(kurla)fysioklinikk.fo
  • Klæmint Isaksen
    • Autoriseraður fysioterapeutur, Dip.MDT og Cert. Clinician, við drúgvum royndum innan muskuloskeletal og ítróttarfysioterapi, serliga í útgreinan, viðgerð og endurvenjing av samansettum ítróttarskaðum hjá úrvalsíðkarum.
    • klaemint(kurla)fysioterapi.fo
  • Niklas Reginsson
    • Autoriseraður fysioterapeutur og leiðari á NB Fysioterapi við sergrein innan ítróttarfysioterapi, útgreining, viðgerð og endurvenjing av ítróttarskaðum, við breiðum royndum frá føroyskum úrvalsítrótti.
    • niklas(kurla)nb.fo
  • Durita Rouch
    • Autoriseraður fysioterapeutur við bachelor í heilsuvísindum og útbúgving frá Fysioterapeutskúlanum í Keypmannahavn, við meira enn 20 ára royndum innan úrvalsítrótt, diagnostisering, manuellari viðgerð og endurvenjing av ítróttarskaðum.
    • drouch1(kurla)hotmail.com

Ítróttalæknar

  • Jón Clementsen
    • Serlækni í ortopedkirurgi við sergrein innan ítróttarskaðar og artroskopiska kirurgi, diplomlækni í ítróttamedicin og fyrrverðandi lækni hjá A-landsliðnum hjá monnum í fótbólti.
    • jonclementsen(kurla)gmail.com
  • Katrin Rubek Nielsen
    • Serlækni í almen medicin og diplomlækni í ítróttamedicin, autoriseraður fysioterapeutur, við breiðum fakligum grundarlagi og drúgvum royndum innan útgreining og viðgerð av ítróttarskaðum.
    • katrin(kurla)doktorrubek.fo

Sinnisvenjing

  • Jens á Skipagøtu
    • Mentalur venjari og kognitivur sálarheilsuráðgevi, ið bjóðar framløgur, undirvísing, verkstovur og einstaklingasamrøður til ítróttarfólk, lið og venjarar.
    • jens(kurla)hsf.fo
  • Eyðvør Klakstein
    • Sálarfrøðiligur ráðgevi, við sergrein innan ítróttarsálarfrøði, ið bjóðar framløgur, undirvísing, verkstovur og einstaklingasamrøður til ítróttarfólk, lið og venjarar.
    • info(kurla)mente.fo
  • Kristian Eli Andersen
    • Autoriseraður kliniskur sálarfrøðingur við sergrein í kognitivari, metakognitivari og ACT-terapi, við drúgvum royndum innan avrikssálarfrøði, mentalari venjing og ráðgeving til úrvalsítróttarfólk, lið og venjarar.
    • kristian(kurla)metakognitiv.fo

Kropslig venjing

  • Pól Hendrikkur Andreasen
    • Fysiskur venjari við bachelor innan sports rehabilitering, við sergrein í styrki-, endurvenjingar- og performancevenjing til ítróttarfólk.
    • ph(kurla)hsf.fo
  • Toni Dam
    • Fysiskur venjari og autoriseraður kostráðgevi, EuropeActive-góðkendur (EREPS 4) persónligur venjari og fitnessinstruktør, við sergrein innan styrkivenjing, rógving og heilsumenning hjá einstaklingum og íðkarum.
    • post(kurla)toni.fo
  • Sølvá Jansdóttir Joensen
    • Yrkisbachelor í føðslu og heilsu, Persónligur venjari og vana- og ovátsvegleiðari, sergrein í sportsernæring og heilsuvanum hjá ítróttarfólki og liðum.
    • solva(kurla)solva.fo

Kostráðgeving

  • Toni Dam
    • Fysiskur venjari og autoriseraður kostráðgevi, EuropeActive-góðkendur (EREPS 4) persónligur venjari og fitnessinstruktør, við sergrein innan styrkivenjing, rógving og heilsumenning hjá einstaklingum og íðkarum.
    • post(kurla)toni.fo
  • Sølvá Jansdóttir Joensen
    • Yrkisbachelor í føðslu og heilsu, Persónligur venjari og vana- og ovátsvegleiðari, sergrein í sportsernæring og heilsuvanum hjá ítróttarfólki og liðum.
    • solva(kurla)solva.fo

*Teldupostadressur hjá veitarum eru skrivaðar við (kurla) í staðin fyri (@), hetta fyri at forða sjálvvirkandi innsavnan av upplýsingum á netinum.

Fyri nærri vegleiðing ella spurningar, setið tykkum í samband við úrvalssamskiparan á signar@isf.fo.