Aðalskrivari til ÍSF

Vilt tú vera við til at seta kósina fyri føroyskan ítrótt og skapa rammurnar um framtíðina? Hevur tú dirvi og visjónir og vilt taka ábyrgd í eini tíð, har føroyskur ítróttur stendur fyri stórum og spennandi avbjóðingum? So ert tú kanska okkara nýggi aðalskrivari, nú verandi aðalskrivari fer í annað starv.

ÍSF er í eini spennandi menningartíð. Virksemið er vaksið nógv seinastu árini, og næstu árini verður ikki minni virksemi. Fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027, arbeiðið við nýggjum ítróttahúsi og at skipa tilgongdina við nýggjari strategi fyri ÍSF eru bara nakrar av stóru uppgávunum, sum fara at seta dám á arbeiðið.

Sum aðalskrivari fært tú ein lyklaleiklut í føroyskum ítrótti. Tú hevur dagligu leiðsluna av ÍSF, stendur á odda fyri dagligu umsitingini og ert við til at tryggja framdrift, samanhang og menning í arbeiðinum. Aðalskrivarin vísir til forsetan í ÍSF.

Arbeiðsøkini fevna m.a. um:

  • At útinna avgerðir hjá aðalfundi og starvsnevnd
  • At virka sum skrivari hjá starvsnevnd og øðrum nevndum
  • Dagliga leiðslu og ábyrgd av virkseminum
  • Starvsfólkaleiðslu
  • Ábyrgd av fíggjarætlan, búskapi og dagligum rakstri
  • Ábyrgd av samstørvum – politiskum og vinnuligum
  • Ábyrgd av altjóða sambondum og samstarvi

Vit vænta, at tú:

  • Dugir væl føroyskt, norðurlendskt og enskt – bæði í skrift og talu
  • Hevur viðkomandi útbúgving
  • Hevur leiðsluroyndir frá privatum/almennum fyritøkum/stovnum
  • Hevur politiskt tev og skilir samanspælið millum ítrótt, politikk og samfelag
  • Dugir og ert von/vanur við at samráðast og samskifta á ymsum stigum

Tað er eitt krav, at aðalskrivarin hevur kunnleika til og áhuga fyri ítrótti.

Vit vilja hava ein ágrýtnan og virkisfúsan aðalskrivara, ið hevur sum fremsta mál áhaldandi at vera við til at menna ÍSF og føroyskan ítrótt sum heild. Umráðandi er, at viðkomandi, sum verður settur, dugir at síggja javnvágina millum úrvals- og breiddarítrótt.

Vit leggja dent á, at viðkomandi hevur góð samstarvs- og diplomatisk evni, og viljin til at byggja brýr millum politisku skipanirnar má vera í topp.

Løn sambært avtalu.

Vil tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Elina H. Joensen, forseta, á telefon 222333, ella Petur Mittún, aðalskrivara, á telefon 218284.Umsókn kann sendast til: starv@isf.fo í seinasta lagi 21. januar 2026.