Í 2014 skipaði ÍSF fyri skeiðum fyri kassameistarum og nevndarlimum. Skiðpað varð fyri 5 skeiðum kring landið, og vóru hesi sera væl umtókt. Ítróttasamband Føroya fer í 2016 at taka tráðin uppaftur.

Undirvísari verður enn einaferð Finn Jensen. Finn er lærari á Handilskúlanum og hevur drúgvar royndir innan evnini, sum verða tikin upp.

Skeiðini verða kl. 17.30-21.00 hesar dagar:

  • 4. februar 2016 Sandoy – Ítróttahøllin á Sandi
  • 18. februar 2016 Vágar – Skúlin á Giljanesi
  • 17. mars 2016  Streymoy – ÍSF húsið Tórshavn
  • 31. mars 2016 Norðoyggjar – Skúlin við Ósánna (avlýst)
  • 7. apríl 2016 Eysturoy – Skúlin við Løkin Runavík
  • 14. apríl 2016 Suðuroy – Tvøroyrar skúli kl  17.30 – 21.00

Evni
1. Bókhald og mannagongdir
2. Skattlig viðurskifti
3. Stuðulsskipanir og MVG

Málbólkur
Kassameistarar og evt. nevndarlimir í ítróttafeløgum

Tilfar
Tilfar at lesa áðrenn skeiðið, kann heintast her

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til isf@isf.fo
Tilmeldingarfreistin er 2 dagar áðrenn hvørt einstakt skeið.

Kostnaður 200 kr., sum skal flytast á konto 9181-151.233.3