Til ítróttafeløg, sersambond og stjórnarlimir
Vísandi til Stjórnarskipan Ítróttasambands Føroya verður við hesum boðað til
ársaðalfundar á Hotel Føroyum fríggjadagin 31. Mai kl. 18.30.

 

Fundarskrá:

a.     Forseti ÍSF setur fundin og skipar fyri at velja fundarstjóra
b.     Forsetin greiður frá virksemi ÍSF í farna árinum.
c.     Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri ÍSF fyri farna árið
d.     Umrøða og fyrispurningar um virksemið hjá stjórn og starvsnevnd ÍSF.
e.     Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 8.
f.      Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi.
g.     Val av starvsnevnd og møguligum øðrum størvum ella umboðum.
h.     Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur.
i. Ymiskt

Viðv. pkt. e

Lógarbroytingar fyri HSF. Sí hjáløgdu lógir. 

Viðv. pkt. g

Sambært grein 13 í lóg fyri Ítróttasamband Føroya standa fyri vali til starvsnevndina fyri eitt tvey ára skeið varaforseti og skrivari.

Vísandi til grein 8 í lóg ÍSF skal verða sagt frá, at uppskot er komið rættstundis til starvsnevndina um at velja Petur Ova Petersen til varaforseta og Annu Rein til skrivara. Tóra Øre Hansen er skotin upp sum varalimur í starvsnevndini.

Hjálagt er fultrúaváttan sum formaðurin verður biðin um at undirskriva um so er at formaðurin ikki kemur til aðalfundin.

Eftir fundin verður buffet fyri fundarluttakarunum

 

Við ítróttakvøðu

 

Ítróttasamband Føroya

 

Starvsnevndin

Petur Elias Petersen, forseti