Sera áhugavert skeið fyri venjarar og leiðarar at børnum og ungum var í vikuskiftinum hildið  í ÍSF húsinum.

Skeiðleiðarin Ulrik við síni vitan og royndum dugdi sera væl at leggja tilrættis, soleiðis at vit øll, hóast bakrund og aldur, vóru rivin við á ferðini, tá umræður hvat ein góður venjari eigur at verða greiður yvir.

Skeiðið skiftið væl ímillum bólkaarbeiði og upplegg, umframt at vit eisini fingu pulsin upp við sjálvi at verða aktiv í batmintonhøllimi í 2 tímar og har royna ymiskar venjingarhættir ið menna koordinering, skjótleika, smidigheit, samanspæl o.a.

Mín greiða fatan er, at vit øll, hvør á sín hátt fingu við okkum gullkorn, ið eru við til at menna okkum í okkara dagliga arbeiði við børnum og ungum.

Takk fyri tit øll sum vóru við á skeiðnum, fyri akkurát tykkara leiklut og sjónarmið, sum vóru við til at gera innihaldi meiri litríkt.

Og eisini takk fyri góðar karmar og mat.

Vinarliga Katrin