Tey ferðafólk, ið ætla sær til Oyggjaleikirnar á Rodos í summar, kunnu skráseta seg hjá fyriskiparunum og harvið fáa ein sonevnda “akkreditering”, eitt samleikakort at nýta á leikunum.

Akkrediteringin gevur:
-atgongd til setanina
-atgongd til endaveitsluna
-atgongd til allar ítróttakappingar
-fría nýtslu av serligu busskipanini á leikunum, “Games Shuttle Service”.

Í samband við ymsu kappingarnar, verður eingin skipan við atgongumerkjum gjørd. Men tey, ið hava akkreditering hava fyrsta rætt at sleppa inn. Til svimjingina eru pláss fyri umleið 1200 áskoðarum.

Kostnaðurin fyri akkrediteringina er €50 fyri hvønn.

Fyri at søkja um akkrediteringina skalt tú:

-fara á heimasíðuni hjá leikunum www.rhodes2007.info
-velja “Accommodation/Accreditation” á forsíðuni
-fylla oyðublaðið niðast á síðuni út
-senda eina litmynd av tær til fyriskipararnar

Akkrediteringin kann so avheintast á Esperos Palace Hotel í Faliraki frá hósdegi 28. juni.