Landsstýrismaðurin í mentamálum fekk 11. august 2005 handað álit um almennan ítróttapolitikk, sum arbeiðsbólkur við umboðum fyri Mentamálaráðið og Ítróttasamband Føroya hevur skrivað.

Ítrótturin hevur ómetaliga stóran mentanarligan og samfelagsligan týdning. Landsstýrismaðurin í mentamálum setti tí á sumri 2003 arbeiðið í gongd at orða ein almennan ítróttapolitikk.

Umframt at lýsa, hví tað er umráðandi við virknum og miðvísum almennum ítróttapolitikki, skuldi arbeiðsbólkurin lýsa støðuna hjá ítróttinum í Føroyum í dag sum heild, og greina framtíðarvisjón og menningarætlan fyri almenna ítróttapolitikkin.

Í arbeiðsbólkinum hava sitið Katrin Joensen og Sølvi Reinert Hansen fyri ÍSF, og Jóan Petur Hentze fyri Mentamálaráðið.

Arbeiðsbólkurin metir vera av stórum týdningi, at gongd nú verður sett á eitt veruligt og støðugt ítróttapolitiskt kjak.

Høvuðsniðurstøðan í álitinum er, at føroyska ítróttarørslan stendur ov spjadd, og at ÍSF sum yvirskipaður og savnandi landsfelagsskapur fyri føroyskan ítrótt undir núverandi skipan ikki megnar at virka fyri felagsítróttaligu áhugamálunum í nóg stóran mun, og harvið at standa fyri eini støðugari menningartilgongd hjá ítróttinum sum heild.

Tað er tí neyðugt, at ÍSF verður styrkt umsitingarliga og fakliga. Arbeiðsbólkurin vísir í hesum sambandi á, at ÍSF í samstarvi við ymsu sersambondini eigur at skipa umstøður fyri virknari og áhaldandi føroyskari luttøku og sjónliggering í altjóða samstarvinum umframt at skipa fyri miðsavnaðari førleikamenning.

Ein liður í menningartilgongdini er, at Føroyar átaka sær at skipa fyri Oyggjaleikum aftur. Hóskandi høvi til hetta er 2015. Heldur enn eitt avmarkað mál í sær sjálvum, skulu Oyggjaleikirnir brúkast sum partur av einari miðsavnari menningtilgongd innan føroyskan ítrótt.

Tað er ítrótturin sjálvur, ið hevur ábyrgdina av at seta út í kortið tey ítøkiligu langtíðarmálini fyri ítróttaliga virksemið og menningina av hesum. Um hesi mál skulu røkkast er neyðugt, at samstarv verðru skipað millum ÍSF og sersambond tess og almennu og kommunalu myndugleikarnar. Tí er eisini neyðugt, at politisku myndugleikarnir seta orð á, hvørji mið og mál almenni stuðulin til ítrótt skal hava.

Mentamálaráðið, 11. august 2005