Seinastu árini hevur øktur áhugi verið fyri ítróttagreinini golf kring heimin. Við øktum denti á fólkaheilsu hava nógv sæð golf sum eitt høvi hjá øllum aldursbólkum at røra seg, samstundis sum tey hava tað stutligt.

Áhugin í Føroyum er eisini vaksandi – eitt felag er í Havnini, og fleiri kommunur kring landið hava víst áhuga fyri, at ein golfvøllur verður gjørdur í kommununi.

Um Føroyar skulu skipa fyri Oyggjaleikunum aftur, er ivaleyst neyðugt við einum 18-hols golfvølli í Føroyum.

Ítróttasamband Føroya, Deildarsambandið fyri Nýstovnaðan Ítrótt og Tórshavnar Golfklubbi taka tí stig til ein almennan fund í Norðurlandahúsium hósdagin 10. september kl. 10-12, ið millum annað fer at snúgva seg um hesi evni:

-Golf sum ítróttagrein í vøkstri kring heimin

-Týdningurin av einum golfvølli fyri ferðavinnuna

-Hvussu kann íløgan í ein golfvøll fíggjast?

-Hvussu verður vøllurin skilabest rikin?

Málbólkar eru umframt tey, ið varða av golf í Føroyum, almennir myndugleikar, kommunur, ferðavinnan, fyritøkur og annars  øll golfáhugaði.

Á fundinum luttaka OL- og úrvalsstjóri í Danska Ítróttasambandinum, Jesper Frigast Larsen, ið fyrr hevur verið liðskipari á danska golflandsliðnum og aðalskrivari í Danska Golfsambandinum, og Torben Kastrup Pedersen, ið er vallarstjóri hjá Danska Golfsambandinum.