Fitnessætlan: fyribyrging við sjónliggerð, atkomu og samskifti

Starvsfólkini í venjingarmiðstøðini skulu  kenna og síggja sínar skrásettu limir og eru tað tey, sum skulu gera vart við seg, um ein ella fleiri limir hava eina ørkymlandi og ella eina óhóskandi atferð:

Kjarnin í Fitness-ætlanini er:

–          Tætt samstarv millum fitnesseftirlitsfólkini og venjingarmiðstøðirnar um eitt sunt venjingarumhvørvi
–          Fitnesseftirlitsfólkini  skulu vera sjónlig og samtala við starvsfólk og limir í venjingarmiðstøðunum
–          Javna vitjan av fitnesseftirlitsfólkunum í venjingarmiðstøðunum
–          Miðvíst dopingeftirlit við tí endamáli at beina  burtur vánaligar fyrimyndir frá venjingarmiðstøðunum
–          Átøk við fokus á jaligar boðskapir um sunna venjing og úrslit uttan nýtslu av doping

Treytir fyri at hava dopingeftirlit í venjingarmiðstøðunum:

–          Limir skulu vera skrásettir í limaskránni hjá venjingarmiðstøðini við navni, limanummari og bústaði, og helst einari andlitsmynd til nýtslu av samleikaprógvi.
–          Skráseting av limum, sum eru til staðar, antin via «chech-in”, nýtslu av lyklakorti e.l fyri, at tað skal vera møguligt at eyðmerkja ein lim, ið er innkallður til dopingeftirlit, og sum fer út úr venjingarmiðstøðini uttan at dopingeftirlitsfólki hevur váttað samleikan hjá viðkomandi.
–          Venjingarmiðstøðin skal vera mannað við starvsfólki í samband við vitjan, ella tað skal vera møguligt at fáa fatur á starvsfólki við einum varningi á 20 minuttum, um limir verða innkallaðir til dopingeftirlit, so at starvsfólk kunnu hjálpa til við at eyðmerkja ein lim og útvega høli.
–          Venjingarmiðstøðin skal hava eitt høli, sum er egnað til dopingeftirlit. Har skulu vera stólar, borð og hurðin skal kunna latast aftur, so at eftirlitið kann gerast uttan, at tað verður órógvað.

Hesar venjingarmiðstøðir hava gjørt avtalu við Anti-Doping Danmark:

Tvørmegi CrossFit
heimasíða

Vælvera Fitness – í Tórshavn, Runavík, Vestmanna og Vági
heimasíða

Fullpower Føroyar í Klaksvík og Runavík
heimasíða

Íðka – í Klaksvík
heimasíða

Orka Fitness – á Tvøroyri
heimasíða

Yndifitness – í Havn
heimasíða

Burn
heimasíða

Meira kunning á heimasíðuni hjá Anti-Doping Danmark:

ADD