Fimleikafelagið Støkk

Øll eru vælkomin inn í Bylgjuna at gera fimleik leygardagin 6. apríl kl. 14-17.

Bæði stór og smá kunnu royna seg í øllum amboðum, estetiska teppinum og fitnessøkinum.

Badmintonfelagið Nápur

Felagið letur dyrnar upp frá kl. 09-13, og bjóðar okkurt gott til matna millum kl. 09-11.

Kl. 10 byrjar ein kapping fyri vaksin/seniorar. Tilmelding fer fram á staðnum. Vinningur: Gávukort á kr 300,- frá Sport24.

Millum kl 09-13 verða ymisk spöl og smáar badmintonvenjingar fyri börn og ung.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Sunda Byrsufelag

Kom og royn leirdúgvuskjóting, undir vegleiðing av royndum skjótivegleiðarum.

Hwarang Føroyar Taekwondo

Kl 15 verður bjóða vælkomin og ynskt verður tillukku til ÍSF.

Síðani verður møguligt at royna 15min taekwondo venjing – síggja 15 min showkamp (2 kampir) – síggja 15 poomse/seriu. Hettar endurtaka vit 3 ferðir.

Kaffi/te og smákakur verða at faa. Kanska okkurt annað til keyps 😉

Hondbóltsfelagið Tjaldur

Øll eru vælkomin at spæla hondbólt leygardagin 6. apríl kl. 14-17. Bæði stór og smá kunnu royna seg.

Ítróttarfelagið Svanur

Øll eru hjartaliga vælkomin at spæla boccia leygardagin 6. apríl frá kl. 14 til kl. 17.

Íðkarar frá Svani gleða seg til at spæla boccia saman við tykkum.

Sunda Judofelag

Sunda Judo Felag bjóðar inn til Familju Judo 6. apríl kl 16-17
Øll eru hjartaliga vælkomin, til ein tíma á máttunum saman við okkara royndu venjarum. Aftaná verður ábit og okkurt leskandi, so vit kunna fáa eitt hugnaligt prát saman.