Vestmanna Byrsufelag

Kom og royn leirdúgvuskjóting, undir vegleiðing av royndum skjótivegleiðarum.

Sundalags Seyðahundafelag

Talan er um eina seyðahundakapping á trimum torleikastigum:

1) ungir og óroyndir hundar,

2) hampiliga royndir hundar og

3) bestu hundar í Føroyum.

Byrjað verður kl 9:00 við bestu hundunum. Tiltakið verður á einum øki fram við Hvalvíksvegin (nakrir kilometrar eftir vegnum móti Saksun). Tiltakið endar einaferð seinnapartin, tá allir hundar hava verið gjøgnum.

VÍF

Høvið verður at royna rógvimaskinur og at rógva við báti á vágni. Kaffi/te, køkur og annað leskandi.

VÍF

Ymisk bóltkast, t.d. eftir blikkum, við ferðmátara, móti málmonnum frá bestu liðum hjá kvinnum og monnum. Kaffi/te, køkur og annað leskandi.