ÍSF letur í dag upp fyri umsóknum til eina nýggja breiddarpulju. Endamálið er at hjálpa feløgum og sambondum at skipa fyri tiltøkum, sum eggja til trivnað, samstarv og felagsskap. Í ár eru 250.000 kr. í puljuni, men komandi ár verður talan um hálva millión.

Ætlanin við breiddarpuljuni er at stuðla tiltøkum, sum fáa fleiri við, skapa trivnað og styrkja felagsskapin og sjálvbodnu fjøldina, fremja inklusjón og integratión – og tiltøkum, sum fremja samstarv tvørtur um feløg ella tvørtur um ítróttagreinar. 

Treytin fyri at fáa fígging úr puljuni er, at tiltakið, sum skipað verður fyri, ikki snýr seg um kapping á høgum stigi, men at megintátturin er menning, sosial samvera og felagsskapur í breiðasta høpi.
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF sigur, at tørvur er á eini slíkari pulju til breiddina.

– Vit vita, at feløg og sambond hava nógv góð hugskot, men at tað kann vera tungt fíggjarliga at skipa fyri tiltøkum – serliga hjá smáum feløgum og ítróttagreinum.

Allar ítróttargreinar kunnu søkja úr Breiddarpuljuni – og talan kann bæði vera um sambond og feløg.  Við hesi skipanini eggja vit eisini til samstarv – bæði millum feløg og millum ítróttagreinar. Ein einstakur fyrireikari kann søkja upp til 30.000 kr.. Men sláa fleiri seg saman um eitt tiltak, ber til at søkja um upp til 50.000 kr.

Skipanin letur upp fyri umsóknum í dag. 3 juni – og ætlanin er, at umsóknir kunnu koma inn leypandi ígjøgnum árið. Svarfreistin er í mesta lagi 5 vikur.

– Tað er avgerandi, at tað skal vera lætt at søkja og at viðgerðin skal ganga skjótt fyri seg. Tað skal bera til at fara frá hugskoti til handling Innan stutta tíð, greiðir Elin H. Joensen frá.

Á aðalfundinum hjá ÍSF varð samtykt at royndarkoyra breiddarpuljuna í 2024 og síðani eftirmeta arbeiði fyrst í komandi árið. 

Ætlanin er at seta 500.000 kr. av um árið, men eftirsum árið longu er hálvliðið, verða í ár settar 250.000 kr. av. 

Breiddarpulja letur upp í dag 3. juni 2024.

Les meira um breiddarpuljuna og mannagongdir her.