Hervið kunning um broyttar mannagongdir í samband við ferðing hjá ítróttarfeløgum við Smyrli, nú nýggjur prísmunarbygnaður er settur í gildi.
Umborð á Smyrli er tað nú soleiðis, at ferðandi skulu gjalda fyri ferðaseðilin, áðrenn farið verður umborð. Vit hava hoyrt frá fleiri, ið ivast hvussu tey best fyrihalda seg, tá tey sum ítróttarlið ferðast við Smyrli. Hetta kemst serliga av, at børn og ung ofta ferðast í størri bólkum, og tað kann vera ein avbjóðing hjá leiðarum at samskipa gjalding og umborðgongu, møguliga samstundis sum tey skulu hava bil við.
Fylgjandi er ein fyribils loysn í trimum stigum, sum kann nýtast, tá ítróttarlið skulu ferðast:
- Ábyrgdarfólk við landgongdina: Ítróttarfeløgini royna, so vítt gjørligt, at hava ein vaksnan (leiðara ella foreldur) standandi við landgongdina at gjalda fyri bólkin og tryggja, at øll koma umborð. Hetta kann eisini vera ein leiðari frá einum øðrum liði ella eitt foreldur, sum kortini skal koyra barn til bátin.
- Leiðarin gongur frá bilinum: Um tað ikki ber til at hava eitt ábyrgdarfólk við landgongdina (t.d. tí leiðarin skal koyra bil umborð), kann leiðarin koyra bilin umborð fyrst, og síðani fara upp á dekkið og út á landgongdina aftur at taka ímóti børnunum.
- Fráboðan til SSL: Um hvørki av omanfyristandandi stigum ber til, skal leiðarin boða Strandfaraskip Landsins frá frammanundan við at senda ein teldupost. Ein nýggj teldupostadressa, ítróttur@ssl.fo, verður skjótast gjørligt sett upp til hetta (væntandi fríggjadagin ella mánadagin). Inntil tann adressan er virkin, kann skrivast til smyril.catering@ssl.fo. Í teldupostinum skal støðan lýsast stutt (hvat lið, nær ferðast verður, og talið av ferðandi). Starvsfólkini hjá SSL eru tá kunnað og kunnu hjálpa við at fáa bólkin umborð, eftir at leiðarin hevur goldið.
Viðvíkjandi Búsitandi prísi:
Vit vilja eisini kunna um, at fyri at fáa búsitandi prís, krevst vanliga, at p-tal er skrásett á brúkarakontuni hjá SSL. Av tí at ítróttarfeløg ikki hava p-tal, kann hetta tykjast trupult. Tó ber til hjá teimum ítróttarfeløgum, sum longu hava egnan SSL-brúkara (t.d. til at gjalda fyri bil), at venda sær til Strandfaraskip Landsins. Upplýsið tá teldupostadressuna, sum verður nýtt til innriting á kontuna, so kann SSL manuelt skráseta brúkaran sum ‘búsitandi’.
Hetta er til kunningar hjá ÍSF. Vit vóna, at henda vegleiðing kann vera til hjálpar hjá ítróttarfeløgunum, meðan arbeitt verður við at finna eina meira varandi og smidliga skipan.
(mynd: ssl.fo)