Stjórn ÍSF stovnaði í 1999 eina heiðursviðurkenning, sum er ein krossur at bera á bringuni, líkur krossinum í ÍSF-merkinum.
Hendan viðurkenning kann latast núverandi og fyrrverandi ítróttaleiðarum.
Stjórnin samtykti at heiðra fimm fólk fyri starv teirra føroyskum ítrótti at frama.
| Navn | Heiti | Ár |
|---|---|---|
| Jógvan Arge | Ítróttafrásøgumaður og fyrrverandi forseti ÍSF | 2008 |
| Hans Holm | Venjari og kappingarstjóri í hondbólti eitt mannaminni | 2008 |
| Tórleif Sigurðsson | Formaður í Fótbóltssambandi Føroya | 2008 |
| Sverre Midjord | Varaformaður og stjórnarlimur í ÍSF í ein mansaldur | 2008 |
| Heðin Mortensen | Forseti í ÍSF 1980-2008 | 2008 |
| Jógvan "Egga" Jensen | Formaður í Parasport | 2020 |
| John Kjær | Stjórnarlimur í ÍSF og Sambondum, heiðurslimur og nevndarlimur umframt formaður í IIGA | 2024 |

