Vanligt er, tá fólk vera óvæntað álopin, at taka til orðini: eisini tú, sonur mín Brutus.

Í seinastuni hevur mentunarblaðið Fregnir skrivað eina greinarøð ímóti føroyskari olympiskari viðurkenning.

Søgan um føroyska olympiska viðurkenning er í stuttum henda. Miðskeiðis í 80’unum tekur ÍSF stig til at arbeiða fram ímóti føroyskari luttøku á olympisku leikunum.

Tað er olympiska rørslan, ið skipar fyri olympisku leikunum. Olympiska rørslan er ein óheftur felagskapur, óheftur av politiskum stjórnum og øllum øðrum almennum, privatum og átrúnaðarligum áhugamálum.

Ovasti myndugleiki hjá olympisku rørsluni er IOC, International Olympic Council, tað olympiska ráðið. Limirnir í IOC eru einstaklingar, sum IOC sjálvt velur. Limirnir umboða ikki heimlond síni í ráðnum.

Olympiska ráðið viðurkennir síðani altjóða sersambond, herímillum t.d. FIFA, atljóða fótbóltsambandið. Ráðið viðurkennir fleirítróttarsambond, t.d. altjóða ítróttarsambandið fyri brekað International Paralympic Organisation.

Loksins viðurkennir IOC eitt ítróttarsamband úr hvørji landi, sum lýkur treytirnar fyri viðurkenning. Fremstu treytirnar fyri viðurkenning eru, at ítróttarsambandið umboðar sersambond og fleirítróttarsambond, ið hava vunnið sær viðurkenning frá altjóða sersambondunum.

Men, sjálvsagt er ein spurningur, hvat er eitt land í olympiskum høpi? Av teimum um 200 viðurkendu ítróttarsambondunum eru 12 úr londum, hvørs ríkisrættarliga støða minnir um støðuna hjá Føroyum. Harafturat hevur ÍSF fullan stuðul frá danska ítróttarsambandinum, so ongin ivi er um, hvør umboðar Føroyar í olympiskum høpi. Men fremsta treytin er viðurkenningin, sum føroysku sersambondini hava fingið. Tað er tann viðurkenningin, sum ger, at FSF kann senda lið at umboða Føroyar í fótbóltskappingum, at ÍSB svimjarar fáa heiðursmerki handaði, meðan merkið veitrar og tjóðsangurin ljóðmar.

Politiska eindin Føroyar og føroysku stjórnarstovnarnir, løgting og landsstýri, fáa ikki olympiska viðurkenning, men ítróttarsambandið, sum í umveldi er samanfallandi við landið Føroyar.

Tá Heri Simonsen á Fregnum sigur, at vit ístaðin áttu at spælt “Hon er omma mín” er tað púra burturvið. Somuleiðis er tað fullkomiliga misskilt at rokna frástøðuna millum USA og Guam sum avgerandi ella at leggja inn treyt um viðurkenning frá teimum europeisku londunum.

Føroyingar halda fast um tjóðsangin og merkið, og teir sleppa av kappast í olympisku leikunum vegna Føroyar, um ÍSF fær viðurkenning frá olympiska ráðnum.

Tað nyttar ikki at halda fram við hesum kjaki, sum tí endar her. Í mun til Fregnir ger ÍSF heimaarbeiðið til lýtar og fær tí væntandi olympiska viðurkenning. Eftir situr lesarin hjá Fregnum og spyr seg sjálvan, um alt tilfarið í blaðnum er líka ófyrireikað og tendensiøst.

Heðin Mortensen 
ÍSF-forseti