Viðv. eykaaðalfundinum í Ítróttasamband Føroya,
mánadagin 17. november 2014 kl 19.00 í ÍSF-húsinum
Skráin fyri eykaðalfundin:
- Val av fundarstjóra,
- Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 9.
- Viðgerð av møguligum uppskoti frá starvsnevndini um ásetan av ársgjaldi.
- Val av starvsnevndarlimum
- Ymiskt
Tilfar til eykaaðalfundin kann umbiðjast við at senda ein teldupost til isf@isf.fo
ítróttafeløg eru vælkomin at senda umboð til aðalfundin.
Av tí at fundurin er settur til kl 19.00 hesaferð, verður kaffi/te og køka afturvið.
ÍSF-húsið, 10. November 2014
Ítróttasamband Føroya
Petur Elias Petersen, forseti