Leygardagin 10. november kl 10 til 18 fer Ítróttasamband Føroya at halda ein evnisdag á Hotel Føroyum. Ætlanin við hesum degi er at seta føroyskan ítrótt í brennidepilin, og saman finna útav hvørjum málum vit skulu arbeiða framímóti.
Skrá:
09.30-10.00 Kaffi
10.00-12.30 Støðan í ítróttinum í dag
Upplegg, bólkaarbeiði, niðurstøður lagdar fram og kjak
12.30-13.30 Døgurði
13.30-15.30 Ítróttur í 2020
Stutt upplegg: við 5 fólkum sum fáa 5 min hvør
Bólkaarbeiði har funnið verður fram til 3 týdningarmikil mál at arbeiða við. Niðurstøður lagdar fram og kjak
Hvør persónur fær 1 prikk at seta við tað málið sum hann heldur hava stórstan týdning
15.30-16.00 Kaffi
16.00-18.00 Hvussu røkka vit málunum?
Hvør bólkur fær eitt mál at arbeiða við. Gera nøkur deilmál við tíðarfesting og ábyrgd
Luttakarar á evnisdegnum vera 3 frá hvørjum sersambandi, tó kan DSNÍ luttaka við einum frá hvørji ítróttagrein umframt formanninum, og starvsnevnd ÍSF.
Tilmelding við navni, teldupostadressu og ítróttagrein
verður at senda til nro@isf.fo
innan 25. oktober klokkan 12