Fyriskipararnir av Oyggjaleikunum á Rodos hava heitt á føroysku almennu umboðini, Jóannes Eidesgaard, løgmann, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann við mentamálum, og Heðin Mortensen, forseta í Ítróttasambandi Føroya, at handa heiðursmerki á Oyggjaleikunum.

Týsdagin 3. juli kl. 20.20 fer Jóannes Eidesgaard at handa heiðursmerkini í kappingini í 200 m frísvimjing hjá monnum.

Mikudagin 4. juli kl. 18.50 fer Heðin Mortensen at handa heiðursmerkini í kappingini 400 m frísvimjing hjá kvinnum.

Hósdagin 5. juli kl. 14.30 fer Jógvan á Lakjuni handa heiðursmerkini í einstaklingakappingini hjá kvinnum í compound bogaskjóting.