Í samband við, at ÍSF herfyri kunnaði um felags vanlukkutryggingina, sum Ítróttasamband Føroya hevur teknað fyri øll ikki-sáttmálasett ítróttafólk í Føroyum, hava nógvir spurningar verið um tryggingarviðurskifti hjá ítróttarfeløgum, eisini innan onnur øki enn vanlukkutryggingar.

Tryggingarfelagið Føroyar hevur sent Ítróttasambandi Føroya eitt faktablað um tryggingar, ið eru viðkomandi fyri ítróttarfeløg. Tak blaðið niður sum pdf (381 kb) her.