– Tí er neyðugt at verja og lívga ítróttaarbeiði. Vit munnu minnast til, at drúgt er at byggja upp, men skjótt er at bróta niður, segði Heðin Mortensen á ÍSF-aðalfundinum.

-Tað grør um gangandi fót í føroyskari ítrótt, og vit kunnu fegnast um økt virksemi á so at siga øllum økjum, umframt at gomul ítróttafeløg eru vaknað til lívs aftur og nýggj sett á stovn. Kring alt landið bæði sprettir og spírar ítróttin.

Soleiðis tók Heðin Mortensen til, tá hann setti aðalfund Ítróttasambands Føroya leygardagin. Hann staðfesti í formansfrágreiðing síni, at áhugin fyri ítrótti er størri og sterkari enn nakrantíð og at tilboð eru til nærum øll – ikki bert til tey, ið íðka á høgum støði, men eisini til tey, ið eru minni virkin. 

Hann gjørdi tó vart við, at tað at framgongd er at síggja, er eingin sjálvfylgja. Tað er tað stóra sjálvbodna arbeiði, ið ótald fólk kring allar Føroyar gera hvønn dag, ið gevur ítróttini innihald og góðar og tryggar karmar at virka undir.

Hann legði tó dent á, at altavgerandi er, at ítróttin fær neyðugu politisku vælvildina, heldur enn at fótonglar verða lagdir, tí ítróttin livir í einum viðkvomum umhvørvi, ið byggir á eina ófatiliga orku og ótrúliga tíð, ið verður løgd í at skapa børnum, ungum og vaksnum ítróttaligar møguleikar og avbjóðingar.

-Tann gleði, ið mong hava av tí stóra ítróttaarbeiði, ið verður gjørt í Føroyum, má verjast og lívgast, tí uttan ítróttina var gerandisdagurin hjá mongum fátæksligur og tómligur, har hann nú er bæði innihaldsríkur og gevandi, segði Heðin Mortensen. -Avbjóðingarnar gerast bæði fleiri og størri, og tí er neyðugt at ítróttini verða givnir umstøður at mennast og taka seg fram. Hvør í sínum lagi kunnu vit koma við okkara klípi, samstundis sum vit altíð eiga at hava í huga, at drúgt er at byggja upp, men skjótt er at bróta niður. 

Á aðalfundinum varð greitt frá, at arbeiðsbólkur settur av landstýrismanninum við mentamálum arbeiðir við at orða eitt ítróttaálit. Endamálið við álitinum er at fáa lýst støðuna hjá ítróttini her og nú, fyri síðani at nýta lýsingina sum støði undir einari meting av hvussu umstøðurnar hjá ítróttini kunnu betrast. Nortið verður við stórt sæð allar tættir, so sun felagslív, sersambond, feløg, samstarv við ymiskar myndugleikar og annað, so ítróttin verður lýst út í æsir. Eisini er ÍSF sjálvt í holt við stóra kanning av hvussu nógv tíð og orka verður løgd í sjálvbodna arbeiði innan føroyska ítrótt. Kanningin hevur vart tvey ár, men enn er ikki komið á mál. Tað er tó greitt, at ítróttin er størsta einstaka aktiv í føroyska samfelagnum, tá tað ræður um heilsufremjandi, fyribyrgjandi og sosialt arbeiði millum børn og ung.

Á fundinum vóru áheitanir á sersambondini at bera so í bandi, at tey royna at samansjóða kappingar sínar, soleiðis at eitt nú vetrar- og summarítrótt ikki “yvirlappa” hvørja aðra. Serliga varð gjørt vart við, at tað var óheppi hjá børnum og ungdómum um ov nógvar kappingar vóru samstundis. 
Eisini varð heitt á starvsnevndina um at syrgja fyri, at øll sersambondini fylgdu lógum og reglugerðum og høvdu øll viðurskifti síni í rættlagi, eitt nú tá um ræður aðalfundir og roknskapir.

Á aðalfundinum takkaði Sverre Midjord fyri seg aftaná at hava sitið í stjórn ÍSF í 42 ár og tók ikki við afurvali. Heðin Mortensen bar fram serliga tøkk til Sverra og segði m.a.

-Álit og trúfesti hevur sermerkt Sverra. Hann hevur staðið stinnur tá brotasjógvar hava leikað á, men tað eru tó tær ljósu og gevandi løturnar, ið vit minnast. Sverre hevur altíð stuðlað ítróttini og er nógv broytt hesi árini hann hevur verið við at stjórna ítróttini og eigur hann sín lut í, at vit hava rokkið so langt, sum vit hava. 

Til nýggjan varaforseta varð valdur Petur Elias Petersen, ið hevur verið starvsnevndarskrivari, meðan John Kjær varð valdur nýggjur skrivari. Til eykalim varð Katrin Joensen vald. Øll trý vórðu einmælt vald.