Øllum við áhuga í ferðavinnusamstarvi landanna millum, stendur í boði at søkja stuðul í sambandi við fígging av verkætlanum, hugskotum, vørumenning, ferðum ella líknandi. Samstarvið skal umfata minst tvey av teimum trimum londunum.

Stuðul verður veittur til verkætlanir innan hesi øki:

Útbúgving
uppihald til starvsvenjing, fakligar kanningarferðir, skúlaferðir, ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt.

Menning av ‘kombinationsturisme’ 
cruise, temaferðir, short break og tílíkt

Millumlanda samstarv 
mentanartiltøk, skúlaferðir og tílíkt

Marknaðarføring og greining av ferðavinnu 
víðkan av altjóða átøkum

Stuðul verður veittur til verkætlanir, ferðing ella virksemi, sum fer fram innan árslok 2009. Umsóknin skal skrivast á umsóknarblað, har møguliga nærri frágreiðing og fíggjarætlan kann leggjast við.

Umsóknin skal skrivast á donskum ella enskum og sendast til:

NATA c/o SamVit
Bryggjubakki 12
Postsmoga 118
110 Tórshavn

Møguligir spurningar kunnu setast til:
Per Hansen á tel. 306904 ella
teldupost: per@samvit.fo

Evstamark fyri at senda inn umsókn fyri 2009 er 20.februar 2009.

Umsóknarblaðið kann takast niður frá www.samvit.fo

Leiðbeining kann fáast hjá SamVit.