Flogbóltssamband Føroya hevur undirskrivað sáttmála við CEV – Evropeiska Flogbóltssambandið –  um stuðul í sambandi við størstu verkætlanina nakrantíð hjá Flogbóltssamband Føroya: Flogbørn.

Avtalan hevur við sær, at CEV letur útgerð og bóltar, sum Flogbóltssamband Føroya kann brúka í sínum samstarvi við skúlar og onnur.

Verkætlanin hevur nú verið í tvey ár, og hevur verið í samstarvi við Evropeiska Flogbóltssambandið, Altjóða Flogbóltssambandið, Danska Flogbóltssambandið og Flogbóltssamband Føroya.

„Hesi tvey kappingarárini, verkætlanin hevur verið, hava vit verið úti a nærm øllum skúlum í Føroyum og havt undirvísingargongdir“, sigur verkætlanarleiðarin Peter Morell. „Málbólkurin hevur serliga verið 2., 3. og 4. flokkur, og vit hava verið ómetaliga væl móttikin bæði millum børnini og lærararnar“. Ein grundleggjandi táttur í arbeiðinum í skúlunum hevur verið at skipa fyri skúlakappingum. Tá hittast skúlarnir í økinum, og øll liðini úr ymisku flokkunum kappast í 3 tímar fyri at vinna steyp og heiðursmerki, sum vísa, at flokkurin er tann besti í Flogbørnum í økinum.

Í sambandi við verkætlanina hevur Magnus Tausen havt fyrilestur á aðalfundinum hjá CEV eins og Peter Morell hevur verið á fundi í Marokko við alheimsleiðsluna í FIVB, fyri at greiða frá um tiltakið.

“Hetta hevur verið ein drúgv og væl tilrættaløgd tilgongd, og seinastu 3 vikurnar hava vit havt omanfyri 700 børn í Tórshavnar kommunu til kappingar í nýggju stórhøllini á Hálsi”, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya. “Verkætlanin heldur eisini fram næsta ár.”

Í sambandi við sáttmálan við CEV, hava forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttur Joensen, og Magnus Tausen í dag undirskrivað skjal, sum váttar, at Flogbóltssamband Føroya eisini í framtíðini verður partur av ÍSF.