Á aðalfundinum 24. mai 2003 helt Heðin Mortensen, ÍSF-forseti hesa formansfrágreiðing:
Formansfrágreiðing 2002-2003
Eitt ár er liðið, síðani vit seinast vóru savnaði fyri at meta um støðuna hjá føroysku ítróttini. 
Um vit nú hvør í sínum lagi hugsa okkum um eina løtu, hvat er so hent hetta farna árið í okkara felagi og ítrótt? Svarini eru óiva ymisk. Vónandi kunnu vit øll taka undir við, at hóast nógv tíð er nýtt til sjálvboðið ítróttararbeiði, so var tað tað vert. Vit høvdu góðar upplivingar, og vit góvu øðrum góðar upplivingar. Hetta er ítrótturin – at arbeiða fyri einum felags máli, og støðugt at finna nýggjar avbjóðingar. 
Ítróttasambandið hevur farna árið arbeitt við at betra um karmarnar hjá sjálvbodnu ítróttarrørlsuni kring landið. Onkrir varðar eru náddir, og aðrir eru í eygsjón. Leiðin endar ongantíð. Vit mugu støðugt arbeiða okkum fram í vissu um, at tað, ið vit útinna nú, fer at gagna komandi ættarliðum av ítróttarfólki.
Býtið av landskassastuðli 
ÍSF søkti í 2002 Føroya Landsstýri og Føroya Løgting um 5,8 mió. kr. í landskassastuðli til at fíggja virksemið. Tá fíggjarlógin var samtykt, vóru 2 mió. kr. settar av til ÍSF. Hetta er sama upphædd, sum hevur verið tilluta okkum nú í nógv ár. Peningurin er játtaður til rakstur av ÍSF og sersambond-unum. Aðrar mettar inntøkur eru 584 túsund krónur í limagjaldi, gjøldum frá útvarpi og sjón-varpi, Happadráttargrunninum og øðrum. Soleiðis verður samlaða inntøkan 2,6 mió. krónur. 1,4 mió. kr. verða nýttar til rakstur, og síðani verða restin býtt millum sersambondini soleiðis:

 
Krónur
%
Deild. súkl./frælsur
43.000
3,46
Deild. nýst. ítrótt
43.000
3,46
Ríðing
43.000
3,46
Skjóting
43.000
3,46
Fótbóltur
76.000
6,11
Kappróður
91.000
7,32
Fimleikur
91.000
7,32
ÍSB
91.000
7,32
Judo
91.000
7,32
Badminton
91.000
7,32
Borðtennis
91.000
7,32
Svimjing
123.000
9,90
Hondbóltur
163.000
13,11
Flogbóltur
163.000
13,11
 
1.243.000
100,00

Umframt játtanir til ÍSF, FSF og ÍSB hevur løgtingið í 2002 eisini játtað 1,7 mió. krónur til ítróttaferðir innanlands. Hetta er sama upphædd sum árið fyri. Tó hevur verið neyðugt við eins nógvum peningi í eykajáttanum. 
Við árskiftið kom ein nýggj skipan í gildi, ið hevur við sær, at ÍSF framyvir sjálvt fer at umsita ítróttarferðir. Við nýggju skipanini skal ÍSF sjálvt keypa sær ferðing frá veitarum kring landið. Sam stundis hevur ÍSF nú ábyrgdina av at fáa peningin at røkka. Ilt er at meta um, hvussu stóra upphædd, nýggja skipanin fer at krevja, fyrr enn hetta árið er liðið.

Top

Norðurlendskur stuðul
Norðurlendska Ráðharraráðið lutar á hvørjum ári eina játtan sundur millum Ísland (50%), Grønland (22%) og Føroyar (28%). 
Stuðulin frá Norðurlendska Ráðharraráðnum varð hesuferð býttur soleiðis:

 
Krónur
%
Skjótisambandið
10.000
3,39
Róðrarsambandið
15.000
5,08
Borðtennissambandið
20.000
6,78
Svimjisambandið
20.000
6,78
Judosambandið
20.000
6,78
ÍSB
30.000
10,17
Súkling/frælsur ítróttur
30.000
10,17
ÍSF
35.000
11,86
Fimleikasambandið
35.000
11,86
Hondbóltssambandið
40.000
13,56
Flogbóltssambandið
40.000
13,56

Veddingin
Á vári 2002 gjørdi Sp/F Ítróttarvedding nýggjan sáttmála við Dansk Tipstjeneste. Sambært hesum sáttmála kundu skavispøl seljast í Føroyum, og eru tey nú at fáa í handlunum. 
Í vetur hevur danska skattamálaráðið tó gjørt av at broyta donsku veddingarlógina. Hetta inniber, at parturin hjá Føroyum framyvir ikki verður tengd ur at vinninginum hjá Dansk Tipstjeneste, men at afturberingin til Føroya verður beinleiðis knýtt at tí úrsliti, sum spælið kastar av sær í Føroyum. 
Samráðingar eru í løtuni við Dansk Tipstjeneste um ein nýggjan sáttmála. Sp/F Ítróttavedding hevur fingið eitt uppskot til sáttmála, og verður hesin vónandi undirskrivaður í summar. 
Tað er eysæð, at nýggja skipanin fer at seta størri krøv til marknaðarføringina av spølum í Føroyum. Í hesum sambandi fer Sp/F Ítróttarvedding at hava ein virknari leiklut enn áður. 
Inntøkurnar hjá Sp/f Ítróttavedding frá Dansk Tipstjeneste verða útlutaðar í tríggjar partar. Býtið sæst niðanfyri.
Ítróttasamband Føroya fær størsta partin av nettoyvirskotinum frá Sp/f Ítróttavedding, 60%. Hesin peningurin hevur ein heilt greiðan býtislykil. Frá at verða lutaður í 70 partar í 2000, verður hann nú býttur í 77,5 partar. 

Útlutingin frá Sp/f Ítróttavedding
Stovnur/felag
%-býtið
1999
2000
2001
2002
Landsstýri
20%
1.820.000
1.260.000
1.330.000
1.330.000
ÍSF
60%
5.460.000
3.780.000
3.990.000
3.990.000
FUR
20%
1.820.000
1.260.000
1.330.000
1.330.000

Hvussu peningurin verður lutaður, avgerð stjórn ÍSF á hvørjum ári. Hvør parturin svarar til umleið 51.500 kr.

 
Krónur
%
Oyggjaleikanevndin
51.484
1,29
Deildsamb. fyri frælsan ítrótt
128.710
30,23
Deilds. Nýstovnaður ítróttur
128.710
30,23
Ríðisambandið
128.710
30,23
Skjótisambandið
128.710
30,23
ÍSB
154.452
3,87
Judosambandið
154.452
3,87
Borðtennissambandið
154.452
3,87
Róðrarsambandið
205.935
5,16
Fimleikasambandið
205.935
5,16
Badmintonsambandið
205.935
5,16
Svimjisambandið
308.903
7,74
Hondbóltssambandið
411.871
10,32
Flogbóltssambandið
411.871
10,32
ÍSF- Húsið og felagstakstur
592.065
14,84
Fótbóltssambandið
617.806
15,48
   
Tilsamans
3.990.000
100,00

Týdningurin av peninginum frá Dansk Tipstjeneste er stórur í føroyska samfelagnum í dag. Nærum alt frítíðarvirksemi í landinum fær betri fíggjarlig kor grundað á tipspengarnar, og óbeinleiðis fær hvørt føroyskt barn á ein ella annan hátt betri karmar at virka í. Tí er tað við gleði, at vit fingu nýggju avtaluna undirskrivaða, føroyskum børnum og ungum at frama.

Top

Ítróttaumstøður
Enn eina ferð mugu vit staðfesta, at umstøðurnar hjá ítróttinum um allar Føroyar ikki eru nøktandi. Ferð eftir ferð síggja vit, at tey føroysku ítróttafólkini, sum gera seg galdandi í altjóða kappingum við góðum úrsliti, ofta eru fólk, sum íðka ítrótt uttan fyri Føroyar. Umstøðurnar í Føroyum sum heild eru ikki nóg góðar, og skulu vit í framtíðini gera okkum galdandi í altjóða kappingum, er neyðugt at almennir og kommunalir myndugleikar ásanna týdningin av góðum hallarviðurskiftum, rennibreytum, vallum o.s.fr. Eisini í miðstaðarøkinum, har mesta fólkið býr, eru alt ov fáar hallir, ov fáir vøllir og øki til frælsan ítrótt er heldur ikki tøkt.

Top

Ítróttaálitið
Tí er tað hugaligt, at Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur sett hol á arbeiðið við at orða ein ítróttarpolitik fyri landið. 
Fyrsti liður í hesum arbeiði er at gera eitt álit um ítrótt. Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Mentamálaráðið og Ítróttasamband Føroya fer í næstum í gongd við at skriva álitið. Hetta verður gjørt í neyvum samstarvi við allar ítróttargreinirnar í Ítróttasambandi Føroya. 
Arbeiðast skal m.a. við at meta um týdningin av ítróttinum og lýsa verandi støðuna hjá ítróttinum. Hetta skal so munna út í eina framtíðarsjón og menningarætlan við ítøkiligum uppskotum og til-mælum. Miðað verður ímóti at hava áltið liðugt í februar mánaði 2004.

Top
Anti Doping
Í mai mánað 2000 samtykti aðalfundurin hjá Ítróttasambandi Føroya reglur um doping og skipan fyri at berjast móti hesum trupulleika. 
Arbeitt varð miðvíst við at fáa skipa dopingeftirlit í Føroyum. Fyri at fáa gongd á arbeiðið skjótast gjørligt varð leitað til Danmarkar, har Anti Doping Danmark (ADD), sum er stovnur skipaður av danska mentamálaráðnum saman við skipaðu ítróttini, beinan vegin var til reiðar at hjálpa føroyingum – bæði við tí praktiska, at fáa royndir tiknar, eins og við upplýsandi tilfari. 
25. juni 2002 varð so avtala millum Anti Doping Danmark og Ítróttasamband Føroya undirskrivað í ÍSF-húsinum. Henda avtala tryggjar, at ÍSF verður ført fyri at gera dopingkanningar á tryggum og høgum góðskustøði. 
Sambært avtaluna verða tað fólk frá ADD, ið standa fyri sjálvum dopingroyndunum, meðan ÍSF syrgir fyri neyðugum hjálparfólkum. Góðkenning til at virka sum hjálparfólk verður givin fyri eitt ár í senn. 
Dopingroyndirnar verða gjørdar sambært ta til eina og hvørja tíð galdandi reglugerðina hjá Anti Doping Danmark. Allar útreiðslur verða goldnar av ÍSF. Sjálvar royndirnar verða kannaðar á IOC-góðkendu starvsstovuni hjá Aker Sykehus í Oslo. 
Í samband við anti-doping arbeiðið broytti ÍSF á seinasta ársaðalfundi sínum lógir og reglugerðir, soleiðis at hesar nú m.a. geva møguleika at revsa fólki, ið nýta ólóglig stimbrandi evni. Hesir revsimøguleikar líkjast í stóran mun teimum hjá hinum norðurlendsku ítróttasambondunum og eru í samsvar við altjóða reglur. 
Samstundis, sum avtalan varð gjørd, gav ÍSF út hondbók, ið nevnist “Anti-doping og eg”. Hetta er vegleiðing til ítróttafólk um, hvat doping er, sigur hvussu dopingeftirlitið verður skipað, greiður frá kanningargongdini og gevur dømi um bannaði evni og loydan heilivág. ÍSF roknar við, at tað verða gjørdar millum 15 og 20 dopingroyndur í Føroyum á hvørjum ári. Avtalan var í fyrsta umfari galdandi til 31. desember 2002, men verður longd av sær sjálvum fyri eitt ár í senn, um annar parturin ikki sigur hana upp frammanundan. 
Fyri Anti Doping Danmark var tað Bengt Saltin, formaður, ið skrivaði undir avtaluna, meðan Heðin Mortensen, forseti, skrivaði undir vegna Ítróttasamband Føroya.

Top
Fyrstu royndirnar tiknar
Í døgunum 14. til 16. september 2002 vórðu fyrstu dopingroyndirnar tiknar í Føroyum. Føroyska dopingeftirlitsnevndin stóð fyri royndunum í samstarvi við dopingeftirlitsfólki frá Anti Doping Danmark. Tiknar vórðu 10 royndir, 6 frá kappingum og 4 frá venjingum. Royndirnar vórðu tiknar í hesum ítróttagreinum: Svimjing 2, súkkling 3, fótbólti 3 og hondbólti 2. 
Allar royndirnar vór negativar. Ein av royndunum var tó testað positiv við evninum terbutalin. Íðkarin hevur uppgivið nýtslu av Bricanyl (sum inniheldur terbutalin) – eitt astmaevni, sum eftir reglunum hjá IOC einans er loyvt at nýta, um man hevur Heilivágloyvi (Medical Certificate). 
Í Føroyum eru reglurnar tær, at um man hevur atsma og nýtir astmamedisin, er bert neyðugt at hava Heilivágloyvi í samband við kappingar uttanlands ella altjóða kappingar, sum verða hildnar í Føroyum.

 

Ítrótta- og ungdómsráðgevi
Ítróttasamband Føroya hevur í fleiri ár arbeitt við ætlanini at seta ein ítrótta- og ungdómsráðgeva. 1. september 2002 gjørdist hetta veruleiki. Skipanin við ítrótta- og ungdómsráðgeva verður fíggjað av tí partinum av veddingarpeninginum, sum Menta-málaráðið umsitur. Fyribils er peningur játtaður til eina royndarverkætlan í tvey ár.

Sølvi Reinert Hansen, ið hevur fjølbroyttar og drúgvar royndir innan ítrótt, var settur í starv.

Virkisøkið hjá ítrótta- og ungdómsráðgevanum er fjølbroytt. M.a. skal hann hava um hendi kunning og ráðgeving av ítróttarfeløgum, almennum mynd-ugleikum og skúlum í samband við ítróttarmál. Samstundis skal hann virka sum samskipari av verkætlanum hjá ÍSF.

Higartil hevur ítrótta-og ungdómsráðgevin m.a. sett seg inn í virkisøkið við vitjanum í Noregi og Danmark og umboðað Føroyar á ráðstevnum um ung og ítrótt.

Hann hevur virkað sum samskipari av ymsum verkætlanum hjá ÍSF, t.d. tá nýggja kortskipanin fyri ítróttarferðir skuldi setast í verk. Eisini hevur hann samskift við almennar myndugleikar um ymisk viðurskifti í samband við ítrótt. Hann er kontaktpersónur hjá ÍSF í arbeiðnum við at skriva ítróttaálitið.
Samstundis hevur hann havt dagligt samskifti við ítróttarfeløg og skúlar. Hetta samskifti inniber m.a. svar av fyrispurningum, ráðgeving, samrøður við vitjandi bólkar og vitjanir úti á skúlum og í ítróttarfeløgum.
Fólkaheilsa
Á aðalfundinum 2002 varð ein yvirlýsing samtykt, ið heitti á landsins myndugleikar at útnevna árið 2004 til Føroyar í Rørslu. Yvirhøvur tykist hendan áheitan at vera møtt við vælvild. Samráðingar hava verið, og í hesum døgum verður ein breiður arbeiðs-bólkur mannaður, ið skal taka sær av at tilrættisleggja rørsluárið. Miðað verður móti, at allir bólkar í samfelagnum fara at vera við í rørsluárinum onkursvegna. 
ÍSF hevur í farna ári eisini havt samband við Trivnaðarmálaráðið við tí fyri eyga at fáa samstarv í lag um heilsufremjandi átøk. ÍSF metir ítróttin hava avgerandi týdning, tá tosað verður um at betra heilsuna hjá føroyingum. Hetta er nakað, sum øll ítróttafólk vita um, men ynskiligt hevði verið, at landsins myndugleikar eisini gera sær hetta greitt.

Top
Strandfaraskip Landsins
Ítróttasamband Føroya og Strandfaraskip Landsins hava í longri tíð arbeitt við einari skipan fyri ítróttaferðir, ið kundi avloysa skipanina við gulu seðlunum. Fleiri veikleikar vóru við gomlu skipanini. Neyðugt var hjá ítróttarfólkum at fylla seðlar út, hvørja ferð ferðast skuldi. Strandfaraskip Landsins noyddist at hyggja at øllum seðlunum og tasta alt inn av nýggjum. Tí gekk lang tíð, áðrenn tað var gjørligt at fáa eitt neyvt yvirlit yvir ferðingina.

1. februar 2003 var so ein nýggj skipan við ítróttarkortum sett í gildi. Í stuttum hevur hon við sær, at hvørt lið hjá hvørjum felagi hevur eitt kort við einum microchip, ið ferðast verður við til ítróttarkappingar. Alt liðið kann ferðast við einum korti, uttan at nakar seðil skal fyllast út.

Mánaðarliga fær ÍSF rokning fyri ítróttarferðir. Samstundis fær ÍSF yvirlit yvir nýtsluna hjá hvørjum einstøkum korti. Hendan skipanin er munandi einfaldari enn gamla skipanin og lættir um umsitingarliga. Til ber at steingja ávís kort, um tey verða burturmist ella illgruni er um misnýtslu av teimum. Nýggja skipanin leggur tó eisini størri ábyrgd á ÍSF. Játtanin til ítróttarferðir kemur nú beinleiðis til ÍSF, sum ger avtalur við flutningsfeløg um flutning av ítróttarfólki. Í fyrstu atløgu hevur ÍSF valt at gera avtalu við Strandfaraskip Landsins.
Skipanin hevur nú verið virkin í nakrar mánaðar. Hon hevur virkað væl higartil. Tó er torført at gera ser eina eftirfarandi meting, áðrenn eitt heilt ítrótt-arár er farið framvið. Ymiskt er, hvussu nógv ferðast verður fyri hvønn mánaða alt eftir, hvussu nógv ítróttarligt virksemi er.

 

Nú 15 sersambond
Aðalfundurin 2002 heimilaði teimum trimum feløgunum fyri frælsan ítrótt innan ÍSF at seta á
stovn egið sersamband. Sersambandið varð stovnað á fundi í ÍSF-húsinum 22. juni 2002. 15. ser- sambandið eitur Frælsur Ítróttur Føroya, stytt FÍF. Lóg fyri nýggja sersambandið varð samtykt á fundinum, og nevndir vóru valdar. 
Tey trý feløgini fyri frælsan ítrótt hava fyrr verið partur av Deildarsambandinum fyri Súkkling og Frælsan Ítrótt (DSF). Við tað at tey eru farin yvir í nýstovnaða sersambandið, hevur Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsan Ítrótt (DSF) gjørt av at broyta navn til Sambandið fyri Súkkling og Tri-athlon (SST).
Altjóða virksemi
Føroyar gerast støðugt meiri sjónligar í altjóða høpi. Hetta farna árið hevur ÍSF m.a. verið vertur fyri stórum norðurlendskum ítróttarfundi og havt umboð við í fundum hjá norðurlendskum og evropeiskum felagsskapum.

 

Norðurlendskur felagsfundur
Í døgunum 20.-22. september 2002 vóru vit vertir fyri tveimum norðurlendskum fundum, sum báðir eydnaðust stak væl. Annar var fundurin í norðurlendsku felagsnevndini, og hin í norðurlendsku olympisku nevndini. Gestirnir vóru væl nøgdir við, hvussu Ítróttasambandið fyriskipaði hesar fundir. 
Eini 50 umboð fyri ítróttasambond og olympiskar nevndir í Norðurlondum vóru savnaði fyri at umrøða ítróttarmál. Hesin fundurin var gott høvi at kunna hvør annan um rák innan ítrótt. Samskift varð eisini um ymisk evni. 
Eitt høvuðsevni á fundinum var, hvønn leiklut ítrótturin hevði í samfelagnum. Spurningur var settur við, hvørt ítróttarrørslan hevði skyldu at gera samfelagsgangligt arbeiði, t.d. á fólkaheilsu-økinum. Hóast semja var um, at ítrótturin hevði avgerandi týdning fyri fólkaheilsuna, bleiv eisini ávarað móti, at ítróttarrørslan lat seg stýra av ynskjunum hjá politisku skipanini. 
Tað er týðandi, at ítrótturin eisini framyvir er óheftur, og at øll ítróttarfeløg og ítróttarfólk kenna, at tey sum íðkandi limir eiga Ítróttasamband Føroya og sersambondini. 
Ein annar høvuðstáttur á fundinum var leikluturin hjá ungdóminum í ítróttarrørslunum. Hóast størsti parturin av teimum íðkandi eru ungdómar, sæst hetta ikki aftur í samansetingini av nevndum í feløgum og sersambondum. 
Við støði í tí ungdómsarbeiði, ið er byrjað í ENGSO, Evropeiska Felagsskapinum fyri Ítróttasambond, legði ein arbeiðsbólkur fram uppskot til
ein felags norðurlendskan ungdómspolitik á ítróttarøkinum. Hetta inniber m.a., at norðurlond framyvir miða ímóti at hava ungdóm við í sendinevndum, tá ungdómsmál vera umrødd. Samstundis verður dentur lagdur á, at tiltakið Team Norden er eitt gott høvi hjá ungum at hittast og umrøða mál, ið serliga snúgva seg um børn, ung og ítrótt.

Top
Olympisk ítrótt
Arbeiðið at vinna Føroyum olympiska viðurkenning heldur fram, men enn tykist vera eitt petti á mál. Í 2002 varð stórt arbeiði gjørt við at tillaga lógir ÍSF, so tær lúka krøvini, sum altjóða olympiska nevndin setur. 
Á norðurlendska felagsfundinum varð støðan hjá Føroyum og Grønlandi mótvegis olympisku rørsluni umrødd. Tað var hugaligt enn eina ferð at fáa staðfest á fundinum í september, at bæði vit og grønlendingar hava fullan stuðul frá grannum okkara í royndini at fáa hesa viðurkenning. 
Norðurlendsk umboð innan IOC luttóku á fundinum og greiddu m.a. frá, at IOC í løtuni roynir at avmarka sítt virksemi, eftirsum felagsskapurin og olympisku leikirnir eftir teirra tykki eru ov stórir. 
Hóast lóg og skipan ÍSF nú uppfyllir treytirnar, sum IOC setir fyri limaskapi, er eyðsæð, at um føroyingar skulu gera sær vón um at koma við í henda felagsskap, skal eitt miðvíst lobbyvirksemi gerast. Hetta krevur bæði tíð og fíggjarliga orku. Tíðandi í hesum arbeiði er, at føroysk umboð eru við, tá altjóða ráðstevnur og fundir verða hildnir. Har ber til at vísa á føroyska serstakleikan á ítrótt-arliga økinum.

 

Steadward
Í september 2002 hevði ÍSF vitjan av kanadiumanninum Robert E. Steadward. Vitjanin var komin í lag, eftirsum ÍSB hevur havt tætt samstarv við Steadward í IPC, Altjóða Olympisku Nevndini fyri Brekað. Steadward var forseti í IPC í fleiri ár. Endamálið við vitjanini var at umrøða, hvussu føroyingar skulu bera seg at við at fáa olympiska viðurkenning. Steadward vitjaði m.a. Løgtingið og hevði fund við Løgmann. Vónandi fer hesin føroyavinurin at gera sína ávirkan galdandi innan altjóða olympisku rørsluna, har hann hevur ymisk álitisstørv.

 
Oyggjaleikir
Fyrireikingarnar eru væl ávegis til oyggjaleikirnar á Guernsey í summar. Føroyska ferðalagið telur 267 fólk; av hesum eru 160 ítróttarfólk. Hetta er áleið sama tal, ið var við á Oyggjaleikunum á Man í 2001. 
Føroysk ítróttafólk fara hesuferð at taka lut í hesum ítróttargreinum: Badminton, Bogaskjóting, Borðtennis, Fimleiki, Flogbólti, Fótbólti, Frælsum Ítrótti, Súkkling, Svimjing, Tennis og Triathlon. Vit vóna, at hesir oyggjaleikirnir eins og vanligt fara at geva okkara fólki hópin av góðum upplivingum ítróttarliga og sosialt.

 

1st ENGSO Youth General Assembly
ÍSF er limur í evropeiska sambandinum fyri Ítróttasambond, ENGSO. Í vár sendi ÍSF tvey umboð við til tann fyrsta aðalfundin hjá ungdómspartinum av hesum felagsskapi. Føroyingar vóru á jøvnum føti við onnur evropeisk lond bæði í umboðan og atkvøðum. Ung úr 30 evropeiskum londum komu saman at umrøða “børn, ung og ítrótt”. 
Fakliga var fundurin gevandi, og samstundis høvdu føroysku umboðini høvi at knýta vinabond við onnur ung innan ítróttarrørslurnar í Evropa.

 
Team Norden
Hetta vikuskiftið eru fimm ung ítróttarfólk umboðandi hondbólt, flogbólt, svimjing, fimleik og frælsan ítrótt í Grønlandi á árliga Team Norden tiltakinum. 
Hetta tiltak, ið er ætlað ungum ítróttarleiðarum, verður fyriskipað av norðurlendsku ítróttarsambondunum í felag. Endamálið er, at ungir ítróttarleiðarar hittast eitt vikuskifti fyri at fáa íblástur, býta um hugskot og skapa kontaktir. Slíkar altjóða royndir eru óiva við til at styrkja um ítróttin heima í Føroyum.

 

Heiðursprógv Poul E. Petersens
Kaj Aage Troest fekk í desember 2002 handað Heiðursbræv Poul E. Petersens fyri sín virkna leiklut føroyskum ítrótti at frama. 
Heiðursskjal Poul E. Petersens varð fyrstu ferð handað í 2001. Endamálið við skjalinum er at heiðra fólkum, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt. Poul E. Petersen (1901-1977), sum hevur lagt navn til heiðursskjalið, var ítróttarlærari, -ráðgevi, -rithøvundur og fyrsti formaður ÍSF. 
Kaj Aage Troest hevur alt sítt lív verið virkin innan ítrótt sum íðkandi, venjari og nevndarlimur. Serligan tokka hevur hann haft til fimleik, har hann m.a. hevur fyriskipað stórum fimleikastevnum, verið við til at stovna fimleikafelagið Støkk og verið formaður í Føroya Fimleikasambandi.

 

Endi
Tá litið verður aftur á farna ítróttarárið, eru fleiri varðar, ið bera boð um, at vit eru á røttu kós.

Her heima hevur verið arbeitt við at betra um karmarnar fyri virkseminum hjá ítróttini m.a. við
nýggju skipanini við ítróttarferðum. Samstundis er skjøtul settur á arbeiði at orða ein ítróttarpolitikk, har landsins myndugleikar gera av við seg sjálvar, hvørji virði teir síggja í ítróttinum, og hvussu teir best kunnu stuðla uppundir tað stóra sjálvbodnað
arbeiðið, ið ítróttaráhugaði gera í øllum bygdum, kring landið.

Føroyingar gerast ein virknari partur av altjóða ítróttarsamstarvinum. Føroyingar vóru vertir fyri stórum norðurlendskum fundi, og arbeitt varð víðari við at vinna føroyum viðurkenning frá altjóða olympisku nevndini. Føroyar hava við anti doping avtaluni á jøvnum føti við onnur lond eina skipan, ið tryggjar, at ítrótturin er sunnur. Samstundis vóru góð úrslit í altjóða høpi við til at vísa á, at føroyski ítrótturin er serstakur, virkin og í menning.

Eg fari at enda vegna starvsnevnd og stjórn at takka øllum feløgum og leiðarum fyri enn eitt ár, sum var merkt av sera góðum samstarvi og ikki minst dygdargóðum arbeiði. Sjálvbodnað arbeiði í feløgunum kring landið er hornasteinurin í føroyskum ítrótti og besta myndin av teimum virðum, sum merkja sannan ítróttaranda: vilji, nærlagni og ábyrgd.

Somuleiðis vil eg takka Føroya Løgtingi, Føroya Landsstýri, kommunum, Strandfaraskipum Landsins, vinnulívi, handilslívi, fjølmiðlum og øðrum, sum á ymsan hátt hava verið við til at skapa føroyskari ítrótt fyritreytir at virka undir.

Heðin Mortensen,
forseti