Øllum við áhuga í ferðavinnusamstarvi landanna millum, stendur í boði at søkja stuðul í sambandi við fígging av verkætlanum, hugskotum, vørumenning, ferðum ella líknandi. Samstarvið skal umfata minst tvey av teimum trimum londunum.

stuðul verður veittur til verkætlanir innan hesi øki:

Útbúgving
uppihald til starvsvenjing, fakligar kanningarferðir, skúlaferðir, ferðavinnuútbúgvingar og tílíkt

Menning av ‘kombinationsturisme’
cruise, temaferðir, short break og tílíkt

Millumlanda samstarv
mentanartiltøk, skúlaferðir og tílíkt

Marknaðarføring og greining av ferðavinnu
at skunda undir altjóða marknaðarføringsátøk

Stuðul verður veittur til verkætlanir, ferðing ella virksemi, sum fer fram innan árslok 2008. Umsóknin skal skrivast á umsóknarblað, har møguliga nærri frágreiðing og fíggjarætlan kann leggjast við. Umsóknin skal skrivast á donskum ella enskum og sendast til:

NATA c/o SamVit
Bryggjubakki 12
Postsmoga 118
110 Tórshavn

Møguligir spurningar kunnu setast
til: Per Hansen á tel. 306904 ella
teldupost: per@samvit.fo

Evstamark fyri at senda inn umsókn er 29. august 2008

Leiðbeining kann fáast hjá SamVit.
Umsóknarblað kann takast niður frá www.samvit.fo