Fyrr í ár útgav ÍSF etiskar leiðireglur innan ítrótt. ÍSF sendi øllum feløgunum í landinum nøkur eintøk. Hesi eintøk fáast nú sum plakat. 

Etisku leiðireglurnar vísa á góðan atburð hjá:
       vaksnum íðkandi
       børnum
       venjarum
       leiðarum
       foreldrum
       dómarum og hjálparfólkið

Etisku leiðireglurnar vísa okkum á, hvussu vit skulu vera ímóti hvørjum øðrum, tá vit eru í ítróttarheiminum. Í ÍSF vóna vit at fólk taka leiðireglurnar til sín. Eisini vóna vit at feløgini vísa á leiðireglurnar, tá tey hava foreldrafund, venjarafund. spælarafund, tá ein hending  er í stríð við leiðireglurnar osfr.                    

Vit hava nú valt at útgeva etisku leiðireglurnar sum plakat. Hetta soleiðis at feløgini hava møguleika at hanga leiðireglurnar upp og harvið gera tær  sjónleigar. Hugsanin er at plakatin skal hanga í venjingarhølum, í gongini í ítróttarhøllini, í gongini í svimjihøllini, í felagsrúminum og ymsa aðra staðni.

Feløgini eru vælkomin at venda sær til skrivstovuna hjá ÍSF á tlf. 312606 ella á isf@isf.fo, so senda vit tykkum fegin eina plakat, av teimum etisku leiðireglunum.