Eftir samfull 28 ár í álitisstarvinum sum ovasti leiðari fyri føroyskari ítrótt, leggur Heðin Mortensen nú frá sær sum forseti í ÍSF

Á aðalfundinum hjá Ítróttasambandi Føroya leygardagin 24. apríl verður eitt ættarliðsskifti í ovastu leiðsluni í føroyskum ítrótti. Sum boðað frá fyri tveimum árum síðani, leggur Heðin Mortensen tá frá sær sum forseti í ÍSF, og tvey onnur valevni fara at kappast um at gerast nýggjur forseti. Tey eru Annsy Høghamar og Sølvi Reinert Hansen, sum hvørt í sínum lagi hava nógvar royndir innan ítrótt.

Heðin Mortensen hevur í fleiri áratíggjur verið virkin í bæði lokal- og landspolitikki, umframt at hann hevur verið knýttur at ymsum mentanararbeiði. Men øll árini hevur ítróttin verið hansara fremsta frítíðaráhugamál. Eitt nú var hann árini 1973 til 1979 formaður í Havnar Róðrarfelag og formaður í Tórshavnar Ítróttarráð frá 1975 til 1978. Í 1979 kom hann í stjórnina hjá ÍSF sum starvsnevndarskrivari, og longu árið eftir, í 1980, var Heðin Mortensen valdur til forseta í ÍSF.

Árini síðani hava verið nøkur stak hendingarrík ár. Tá Fótbóltssamband Føroya var stovnað í 1979, var tað byrjanin til eina nýskipan av føroyskari ítrótt, ið førdi til, at sersambondini komu, og longu hálvt ár eftir at Heðin Mortensen var valdur til forseta, vóru seks sersambond komin aftrat. Hetta merkti stóra broyting fyri ÍSF, sum nú læt ábyrgdina av dagliga rakstrinum upp í hendurnar á hvørjum sersambandi sær, meðan ÍSF sum meginfelagsskapur millum annað røkti samstarvið um ítróttamál við myndugleikarnar og umboðaði Føroyar í ítróttamálum í viðurskiftum við aðrar tjóðir.

Tá Heðin Mortensen tók við ovastu leiðsluni í ÍSF, vóru níggju ítróttagreinar umboðaðar í ÍSF, men nú er talið 24, sum eru skipaðar í 15 ser- og deildarsambond. Eisini er talið av feløgum í formanstíð hansara økt úr 71 upp í 110, og yvir 15.000 íðkandi limir eru í dag skrásettir í felagsskapinum. Nú er ítrótt ein fastur partur av føroyska gerandisdegnum, við kappingum alt árið og góðum umstøðum at íðka ítrótt kring landið, so nærum allir føroyingar onkursvegna hava tilknýti til ítróttina.

Menningin hevur verið sera stór í forsetatíðini hjá Heðini Mortensen, og bæði ÍSF, sersambondini og feløgini kring landið hava virkað við til, at heimligu kappingarnar roynast góðar og spennandi, eins og føroysk ítróttafólk javnan eru við í millum- og altjóða kappingum. Tað veri seg í sambandi við oyggjaleikir, smálandakappingar, kappingar og undankappingar um EM- ella HM-heiti, so ikki kann sigast, at avbjóðingarnar tróta – tvørturímóti.

Heðin Mortensen hevur í tíð síni sum ÍSF-forseti ikki verið bangin fyri at hugsa stórt, og tí hevur dentur millum annað verið lagdur á, at føroysk ítrótt altíð hevur verið so væl fyrireikað til altjóða krøv og reglur. Millum annað er lógin hjá ÍSF broytt og er í dag í samsvari við øll tey krøv, altjóða olympiska nevndin, IOC, setur. Enn er tó olympiski limaskapurin ikki vunnin, men áhaldandi verður arbeitt fyri at vinna føroyskum ítrótti limaskap har eisini.

Mongu broytingunum, ið eru hendar innan føroyska ítrótt hesi árini síðani 1980, eigur Heðin Mortensen sín stóra og virkna lut í, og fyri hetta hevur hann eisini fingið øll tey heiðursmerki, ÍSF gevur, bæði silvur- og gullnál, umframt gull merki við bjálka og heiðurskross fyri arbeiði sítt til frama fyri føroysku ítróttafjøldina. Somuleiðis hevur hann fingið heiðurskross frá íslendska, danska og svenska ítróttasambandinum.

Dagin fyri aðalfundin, fríggjadagin 23. mai 2008 millum klokkan 15 og 18, skipar Ítróttasamband Føroya fyri móttøku í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at Heðin Mortensen leggur frá sær, eftir at hava sitið sum ÍSF-forseti í samfull 28 ár og harvið er tann, sum í norðurlendskum høpi hevur sitið longst á ovastu rók.