ÍtróttaFAGNAÐUR 2020 – Heiðursskjal Poul E. Petersens

Aftur í ár ber til at innstilla til heiðursskjal Poul E. Petersens. Endamálið við skjalinum er at heiðra teimum, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hava tænt føroyska ítróttinum.

Øll kunnu innstilla til heiðursskjal Poul E. Petersen (sí Innstillingarskjal niðanfyri hesum).
Freistin er sunnukvøldið 3. januar 2021 á midnátt.

Heiðursskjal Poul E. Petersens:

  • Ein og hvør kann innstilla ein persón, sum tey meta hevur virkað fyri at fremja føroyskan ítrótt á serstakan hátt.
  • Nevnd við 5 persónum tekur støðu til, hvør skal hava heiðurin.
  • Heiðursskjalið verður latið til i mesta lagi ein persón hvørt ár. Nevndin kann taka avgerð um, at einki heiðurskjal verður latið.
  • Ein treyt fyri at fáa heiðursskjalið er, at viðkomandi hevur tænt ítróttinum yvir eitt longri tíðarskeið

 

Uttan øll tey, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiði fyri, at ítróttarfeløgini kunnu virka. Uttanlands frætta vit, at talið av sjálvbodnum er fækkandi. Neyðugt er, at hetta ólønta arbeiðið verður virðismett, og tí letur ÍSF heiðurskjal til eina eldsál, sum hevur gjørt sítt til, at felagsskapurin enn virkar; vit mugu ikki gloyma felagsskapin í strembanini eftir tindunum. Heiðursskjal Poul E. Petersens verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.