Vinn vinn.
Tykkara felag vinnur 3000 kr. til útgerð til tykkara ítróttagrein – um tit vinna lutakastið.
Lesið niðanfyri:
Sum áður fráboðað, so verður Heystrøringur aftur í ár. Heystrøringur merkir tað, at øll ítróttafeløg í Føroyum “lata dyrnar upp” í viku 41 (11. – 15. Oktober). Skúlanæmingar hava heystferiu í viku 41, also er tað upplagt at laga aktivitetirnar til teirra. Og til eldri fólk, ommur og abbar.
Hugsanin er, at við at feløgini lata dyrnar upp, fáa fleiri fólk høvi at kunna seg um ymiskan ítrótt og kanska fáa hug til tess. OG feløgini fáa nýggjar limir og viðhaldsfólk.
Ítróttasamband Føroya og Fólkaheilsuráðið taka sær av at samskipa tiltakið; Ítróttasamband Føroya hevur samskiftið við feløgini og Fólkaheilsuráðið samskiftir við miðlarnar og tekur sær av lýsingum. Sum nevnt fyrr, verða tiltøkini skipað geografiskt soleiðis at skráir verða gjørdar fyri hvørt øki. Hetta verður so lýst við (á portalinum og í øðrum viðkomandi miðlum).
So til vinningin, sum tit hava møguleika at vinna.
Fyri at eggja feløgunum til, at “lata dyrnar upp”, trekkja vit lut millum øll feløgini, ið eru við í heystrøringinum.
Vinningarnir eru:
·         3000 kr. til útgerð til tykkara ítróttagrein
·         2 pláss til skeiðluttøku hjá ÍSF
·         Bókina Aldersrelateret træning útgivin av Team Danmark
Gera tit eitt tiltak til heystrøringin, eru tit við í lutakastinum.
Í fjørð skipaði m.a. Miðvágs Badmintonfelag fyri familjudøgum í ítróttahøllini á Giljanesi, Róðrarfelagið Knørrur fyri familjurógving á Havnarvág og Suðuroyar Svimjifelag fyri “opnum hyli”. Lesið meira um heystrøringin í fjørð her: http://www.folkaheilsa.fo/Link/main.asp?SID=TidindiVidkad.asp&ID=306
Vónandi verða fleiri feløg við í ár. Í ár verður tiltakið lýst beturi, so øll við vissu verða kunnað.
Gerið eina skrá fyri viku 41. Skrivið stutt um innihald, dato, klokkutíð og hvar tiltakið verður. Sendið skránna til mín innan 16.september.
Vinarliga
Annika H. Lindenskov
Ítrótta- og ungdómsráðgevi
Ìtróttasamband Føroya
Postbox 1081
FO – 110 Tórshavn
Tlf.: +298 312606
Mobil: +298 282331
Mail: ahl@isf.fo