Til ítróttafeløgini, sersambondini og stjórnarlimirnar

18. mai 2011

Tað verður við hesum boðað frá, at ársaðalfundurin hjá Ítróttasambandi Føroya verður á

Hotel Føroyum leygardagin 28. mai 2011 , kl. 13.00

Fundarskrá:

A. Forseti ÍSF setur fundin og skipar fyri vali av fundarstjóra.
B. Forsetin greiður frá virksemi hjá ÍSF í farna árinum.
C. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri ÍSF fyri farna árið.
D. Umrøða og fyrispurningar um virksemið hjá stjórn og starvsnevnd ÍSF.
E. Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir annagongdini í grein 8
F. Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi.
G. Val av starvsnevnd og varalimum og møguligum øðrum størvum
H. Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur.
I. Ymiskt

Viðv. pkt. e.

Hjál. er samtyktar reglur og lógir hjá Róðrarsambandinum, til staðfestingar, sambært grein 12 Evstu lóg hjá ÍSF

Viðv. pkt. g.

Uppá val í starvsnevndini standa næstformaðurin Petur Ove Petersen og nevndarlimurin Katrin Joensen, fyri eitt 2-ára skeið. Og  val av varalimi fyri eitt 1-ára skeið.

Samb. grein 8 skal fráboðast at uppskot eru komin inn, at velja Petur Ova Petersen, til næstformann og Katrin Joensen til nevndarlim í starvsnevndina fyri eitt 2-ára skeið. Samstundis skal boðast frá at Anja Rein er í uppskoti til varalim.

Kl. 12.00 verður  ábit fyri fundarluttakarunum á Hotel Føroyum.

Heitt verður á øll feløg at senda hjálagda spurnarblað innaftur, beinanvegin ella at hava tað við til aðalfundin.

Við ítróttakvøðu

Ítróttasamband Føroya

Starvsnevndin

Petur Elias Petersen, forseti