– Eg tori at siga, at tey sjálvbodnu eru grundarlagið undir øllum ítróttalívi og øllum ítróttafelagsskapum í Føroyum. Uttan tey bar einki til. So avgjørdur er Magnus Tausen, varaforseti í ÍSF, sum hevur fingið Jesper Frigast Larsen, ið eitt nú hevði ábyrgd av donsku OL-luttøkuni, til Føroya at tosa um sjálvbodna arbeiðið

Frá 23.-29. oktober fer ÍSF á ferð kring landið fyri at seta fokus á stóra og týðandi sjálvbodna arbeiðið. 

– Vit eru sera fegin um at hava fingið Jesper Frigast Larsen, til Føroya. Á ein undirhaldandi hátt fer hann at tosa um “Frivillighed under pres” – og hann veit, hvat hann tosar um. Jesper hevur arbeitt innan ítrótt alt sítt lív. Innan danska golfsambandið, sum ítróttarábyrgdari hjá Team Danmark og ikki minst hjá Dansk Idræts Forbund, har hann eitt nú hevði ábyrgdina av OL-luttøkuni hjá Danmark fleiri ferðir.

Á øllum tiltøkunum verður eisini sofaprát við ymisk lokal sjálvboðin, sum greiða frá sínum upplivingum í føroyskum ítróttalívi. 

– Eitt av málunum hjá ÍSF er at fjølga um tey sjálvbodnu. Hetta átakið er ein liður í tí. Vistu tit til dømis av, at tey, sum eru virkin í sjálvbodnum arbeiði, eru glaðari í gerandisdegnum, spyr varaforsetin í ÍSF.

Tiltøkini eru ókeypis og eru ætlað nevndarlimum, venjarum, íðkarum, foreldrum og øðrum áhugaðum kring landið. Tey byrja kl 19.00 hvørt kvøld og eru umleið tveir tímar. ÍSF á ferð 2024 verður á hesum støðum:


23. oktober, Ítróttarhúsið á Svangaskarði. Eldsál: Hanna Olsen, Víkingur
24. oktober, Trongisvágs skúli. Eldsál: Otto Gram, TB Flogbóltur
27. oktober, Skúlin á Giljanesi. Eldsál: Christina Ravnsfjall , 07 Vestur
28. oktober, Skúlin á Skúlatrøð. Eldsál: Sonja Kjølbro, Klaksvíkar Róðrarfelag
29. oktober, Kantinan hjá Føroya Tele í Hoyvík. Eldsálir: Jógvan K. Glerfoss, Bragdið & Súsanna Maria Hansen, B36