Sunnukvøldið 3. mars skipar ÍSF fyri evniskvøldi í matarstovuni á gamla Polarfrost í Vági. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Suðuroy.
Endamálið við hesum tiltaki er at kunna feløgni um ÍSF. Evnini, sum verða tikin upp, eru m.a., bygnaðurin í ÍSF, skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum, etisku leiðreglurnar, doping, skrásetingarskipanin,tryggingarviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur, skeiðsvirksemi, leikmeti o.a.
ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum, at kunna um virksemið hjá ÍSF.
Tiltakið byrjar klokkan 17:30 og er í umleið 2 tímar.
ÍSF hevur sent skriv til feløgini um hetta tiltak, og vóna vit at nógv møta.