Tjúgundu oyggjaleikirnar verða á Orknoyggjunum 12.-18. juli 2025 og sóknast ÍSF eftir einum myndafólki at vera við í okkara oyggjaleikahópi.
Føroyar luttaka í 9 ítróttagreinum: badminton, bogaskjóting, frælsum ítrótti, golf, svimjing, súkkling, mountain bike, triathlon og fimleiki. Íalt 150 fólk eru í føroyska ferðalagnum.
Ferðalagið er avstað frá 11.-19. juli og ert tú sum myndafólk partur av føroyska hópinum. Tín uppgáva er í høvuðsheitum at fylgja føroysku íðkarunum, tá teir eru í leiki. Tú skal koma runt til ymsu kappingarnar, taka myndir, og fáa tær ávíkavist heim til føroysku miðlarnar at brúka, umframt deila á sosialu miðlunum hjá ÍSF, so fólk heima eisini kunna fylgja við gongdini hjá okkara íðkarum á Orknoyggjunum.
Vit vænta av tær, at tú hevur royndir og nøs fyri ítróttamyndatøku og dugir at síggja, hvørjar myndir egna seg sum samandráttsmyndir fyri dystir og kappingar, og dagarnar annars hjá føroyska ferðalagnum.
Løn/samsýning: Talan er ikki beinleiðis um lønta uppgávu, men sum ein partur av hópinum, rinda vit fyri ferð, uppihald og dagpening samsvarandi almenna takstinum fyri Stórabretland.
Ljóðar hetta til at vera nakað fyri teg og/ella vilt tú vita meira um hvat uppgávan inniber, send Andras Nolsøe ein teldupost: andras@isf.fo. Vit miðja eftir at hava funnið rætta persónin áðrenn mánaðarskiftið mai/juni, og er freistin at søkja mánadagin 26. mai.