ÍSF var í vikuskiftinum umboðað á áhugaverdari norðurlendskari ráðstevnu um etikt og virðir í elituítrótti.

Team Danmark og Dansk Idrætsforbund skipaðu í døgunum 6. og 7. februar fyri norðurlendskari ráðstevnu um etikk og virðir í úrvalsítrótti. Eini 60 luttakarar vóru á ráðstevnuni, og var ÍSF umboðað av Ninnu R. Ørvarodd og Katrin Joensen.

Ráðstevnan hevði til endamáls:

– At varpa ljós á etikk og virðir í ítrótti.

– Skapa møguleika at frætta landana millum og geva íblástur at umseta vøkru orðini og góða viljan til dagliga lívið í ítróttinum.

Týðuligt er, at evnið er viðkomandi og áhugavert, og vóru sera áhugaverdir fyrilestrar, ið nurtu við etikk og virðir á ein hátt, ið hevði við sær gott og gevandi samskifti. Einki er at ivast í, at norðurlond umboða eina rímuliga líka mentan, og etisku virðini eru rímuliga eins, hetta er okkara felags styrki, men eisini okkara ábyrgd í tí umhvørvi, vit virka dagliga. Avbjóðingin er at fylgja við og standa saman um eina sterka etiska mentan. Vit, ið dagliga virka innan ítrótt og hava ávirkan, hava skyldu at gera hetta við virðing fyri heila menniskjanum.

“Góður barnaítróttur er góður elituítróttur, góður elituítróttur er góður barnaítróttur.”

Meira frá ráðstevnuni finst her: http://www.teamdanmark.dk/CMS/cmsdoc.nsf/content/tdwb7nvhl3

Hoyvík 09.02.09

katrin joensen