Hevur tú hug til at royna teg í einum avbjóðandi, krevjandi og spennandi starvi, sum ongin annar í Føroyum hevur roynt fyrr? Vit leita eftir einum eldhugaðum og ágrýtnum ítróttafyriskipara til Betri Oyggjaleikir í Føroyum í 2027.

Annaðhvørt ár hittast ítróttafólk úr 24 oyggjasamfeløgum kring heimin á oyggjaleikum. Eitt risastórt fleirítróttatiltak, har kapping, vinalag og ítróttargleði ganga hond í hond.

Tú fert at stjórna ítróttaliga partinum av leikunum saman við teimum 14 ítróttagreinunum, sum saman við Oyggjaleikasamskiparanum og Oyggjaleikanevndini hava ábyrgdina av at fyriskipa oyggjaleikirnar í Føroyum. Betri Oyggjaleikir 2027 eru nógv meira enn ítróttakappingar, og tí kanst tú eisini vænta at fáa ábyrgd og medábyrgd fyri øðrum enn ítróttaliga partinum av leikunum.

Tað er eitt krav, at tú hevur áhuga fyri ítrótti í síni heild, viðkomandi útbúgving, royndir og hegni til at leiða og standa fyri størri verkætlanum og tiltøkum. Harafturat leggja vit dent á, at umsøkjarin dugir væl at tosa og skriva føroyskt og enskt og at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, góðar telduførleikar og lætt við at læra seg nýggjar skipanir til skráseting, samskifti, heimasíðu og sosialar miðlar. 

Talan er um tíðaravmarkað starv til 31. august 2027. Tú mást tola, at arbeiðstíðirnar ofta eru uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eins og arbeiðsbyrðan kann vera skiftandi.

Ítróttafyriskiparin vísir til oyggjaleikasamskiparan.

Setanarviðurskifti

Ynskiligt er, at tú kanst byrja í niðursettari tíð (0,2-0,5 brøk) frá september ella oktober 2025 og síðan í fullari tíð frá 1. januar 2026. Hetta fyrsta tíðarskeiðið kann leggjast tilrættis í samráði við oyggjaleikasamskiparan. Starvið verður lønt sambært avvarðandi sáttmála. 

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Solby Christiansdóttur, oyggjaleikasamskipara, á solby@faroeislands27.fo ella tlf. 220120. 

Hevur tú royndirnar, førleikarnar og eldhugan, so er at søkja. Send umsókn, lívsrensl, prógv og viðmæli til starv@faroeislands27.fo.

Freistin at søkja er 22.06.2025.