Sambært avtalu millum Strandfaraskip Landsins og Ítróttasamband Føroya verður frá 1. februar 2003 farið yvir til eina kortskipan til ferðing hjá ítróttarfólkum innanoyggja. Samstundis verður skipanin við gulu seðlunum sett úr gildi.

1. Um skipanina
1. Kortini verða borðin út til feløgini í næstum. Meginreglan er, at hvørt lið hjá hvørjum felagi hevur eitt kort at ferðast við. Tó er eitt avmarkað tal av kortum tøkt til sersambond, dómarar, landsliðsleikarar og aðrar einstaklingar.

2. Treytin hjá feløgunum, fyri at fáa kortini útflýggjaði, er, at tey hava limagjaldsviðurskifti síni við ÍSF í lagi. Um felag hevur restandi limagjalds skuld, skal henda vera goldin, ella avtala vera gjørd við ÍSF um afturgjalding, áðrenn kortini verða útflýggjað feløgunum.

3. Eina ferð um mánaðin fær ÍSF yvirlit frá Strandfaraskipum Landsins, sum vísir nýtsluna hjá hvørjum einstøkum korti.

4. Kortini eru varandi, tvs. tey kunnu nýtast ár aftaná ár. Tey mugu tískil ikki beinast burtur, tá tey eru tóm. Kortið er elektroniskt og inniheldur ein “microchip”. Tað inniheldur nógvar upplýsingar, m.a. nær og hvar tað er galdandi. Hetta merkir at kortið skal handfarast varliga. Kortið má ikki boyggjast ella leggjast nærhendis sterkum hita. Somuleiðis kunnu sterk magnetfelt ávirka kortið.

5. Verða kort burturmist ella oyðiløgd og tí mugu endurnýggjast, verða kravdar 100 kr. í avgreiðslugjaldi fyri hvørt kortið. Feløgini rinda sjálvi hesa upphædd, tá nýggju kortini verða heintað á avgreiðsluni hjá Strandfaraskipum Landsins.

2. Útflýggjanarmannagongd
1. Sersambondini lata sínum feløgum kortini. Felagið letur móti kvittan á serligt oyðublað ábyrgdarfólkinum hjá hvørjum liði eitt kort. Felagið hevur skyldu at goyma hesa kvittan.

2. Tá kappingarárið er liðugt, verða kortini í avvarandi ítróttargrein stongd.

3. Tá kappingarárið er liðugt, skulu ábyrgdarfólkini lata felagnum kortini aftur til varðveitslu inntil næsta kappingarár, tá sama útflýggjanarmannagongd verður fylgd.

3. Nýtslan
1. Tá eitt ítróttarlið kemur í bussin ella umborð á skipið, skal ferðaleiðarin (korthavarin) ganga á odda og lata bussførara/innkrevjara kortið og upplýsa, hvussu nógv ferandi (vaksin/børn) eru við liðnum. Bussførarin tekur tilsvarandi klipp av kortinum. Hetta skal gerast hvørja ferð, ferðast verður. Kortið skal avgreiðast, áðrenn ítróttarfólkini fara inn í bussin.

2. Korthavarin fær kvittan frá bussføraranum/innkrevjaranum, ið vísir, hvussu nógv ferandi eru, og hvussu stór upphædd er eftir á kortinum. Hendan kvittan skal goymast, so hon kann verða framvíst seinni á ferðini.

3. Hvørt kort hevur innan útflýggjan fingið eina áfylling á 2.222,22 kr. Tá kortið er um at vera tómt, skal korthavarin biðja bussføraran/innkrevjaran fylla á kortið. Hvør áfylling svarar til 2.222,22 kr. Áfyllingarnar verða gjørdar í bussinum ella umborð á skipinum.

4. Ferðast kann við kortinum til kappingar og venjingar, ið eru góðkendar av avvarandi sersambandi.

4. Bílegging av ferðum
1. Um 5 ella fleiri fólk eru í ferðaliðnum skal pláss bíleggjast frá Strandfaraskipum Landsins í seinasta lagi 2 yrkadagar undan ynsktu fráferð .

2. Møguleiki er at fáa bíleggingarseðil á heimasíðuni (www.ssl.fo) ella við at venda sær til Farstøðina á tlf. 343030.

3. Bíleggingarseðilin skal fyllast út, og sendast við telduposti bygdaleidir@ssl.fo ella við faksi á tlf. 343008. Bílegginginarseðilin skal vera váttaður av SL fyri at hava gildið í bussinum

4. SL kannar møguleika fyri, at bólkurin kann koma við ynskta túr, og um pláss er fyri bólkinum, sendir SL váttan aftur til kundan – á SL-oyðublaði.

5. Tá kapasitetstrupuleiki er, kann SL finna annan túr til bólkin, ella avvísa møguleikan fyri at bólkurin sleppur við ynskta túr. SL hava ikki skyldu til at økja um kapasitetin til bólkar, men skulu hesir gjalda fyri serflutning, um tey ikki vilja laga seg til tann avsetta kapasitetin.

6. Tá bólkurin kemur umborð á bátin ella í bussin skal SL-váttanin vísast fram, sum prógv um, at túrurin er bílagdur. Um bólkurin ikki hevur váttan, hevur førarin ikki skyldu til, at taka bólkin við, um talan er um kapasitetstrupuleika.