Heilsumálaráðharrin hevur nevnt árið 2009 fyri “Føroyar í rørslu”, og tað fegnast vit um innan ítróttin.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum í ár, frá evnisdøgum til rørslutiltøk. Onkur av hesum tiltøkunum eru nýggj, meðan onnur hava verið í fleiri ár.

Okkara vón er, at ítróttafeløgini kring landið fara at varpa ljós á rørslu sum náttúrligan part av virkseminum hjá føroyska ítróttinum. Vit, sum kenna til gleðina og vælveruna, sum ítróttur gevur okkum, fara vónandi eisini at hjálpa øðrum at uppliva ítrótt. Hvør ítróttagrein á sín hátt.

Í 2009 eru tað 70 ár síðan, ÍSF varð sett á stovn. Fyri at markera 70-ára stovningardagin, hevur ÍSF sett sær fyri at seta í gongd eitt landsumfevnandi tiltak leygarkvøldið 23. mei 2009. Ætlanin er, at allar ítróttarhallir skulu lata dyrnar upp og bjóða ungdómum inn at íðka ítrótt.

ÍSF hevur hjálpt til við at seta tiltakið ígongd, men tað eru lokalu feløgini sjálvi, sum standa fyri sjálvum tiltakinum.

Ítróttarnátt
Ungdómstiltak tann 23. mai 2009 klokkan 20 – 02, tá hallir og vallir eru opin at hýsa tannáringum / ungdómum í aldrinum 14 – 20 ár at íðka ítrótt undir hugnaligum og stuttligum umstøðum.

Endmálið er at geva ungdómi møguleika at samlast og røra seg – eisini teimum, sum ikki longu eru virkin í ítróttarfeløgum. At minna á týdningin av at røra seg og at kveikja áhuga fyri ítrótti.

Beint nú sær út til at tiltakið verður á Eiði, Kambsdali, Skála, Runavík, Kollafirði, Tórshavn og Giljanesi.

Tað eru lokalu feløgini, ið eru fyriskiparar og hava ábyrgd av tiltakinum á staðnum. Tey mynda sítt tiltak hvør á sín hátt.

Ætlanin er at ungdómarnir skulu hava møguleika at royna ymiskar ítróttargreinir og spøl, ið ikki eru so vanlig til dagligt. Dentur verður lagdur á sosiala samverðu, og at tað skal verða stuttligt.

Á onkrum plássi hava fyriskipararnir valt at deila plássið upp, soleiðis at fleiri ítróttargreinir og ymisk spøl verða íðka í senn. Aðrastaðni verður fyriskipa soleiðs at feløgini/ítróttargreinirnar deila kvøldið millum sín, soleiðis at fyrst verður ein ítróttargrein íðka, og so næsta part av kvøldinum verður ein onnur o.s.fr.

Byrjað verður á øllum plássum kl. 20 og enda kl. 02.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá Álvi Hansen samskipara alvur(kurla)olivant.fo. / 211602.

Við vón um at fáa eitt spennandi tiltak um alt landið, har ungdómur kann samlast og íðka undir tryggum umstøðum.

Vegna
Ítróttarsamband Føroya

Álvur Hansen