Í sambandi við at bøta um tænastuna til feløgini, hevur Ítróttarsamband Føroya gjørt eitt spurnarblað, ið nú er sent øllum limafeløgunum.

Endamálið er nýta hetta til at lýsa støðuna hjá føroyskum ítrótti.

Tað er neyðugt at fáa skrásett, hvussu nógv vit eru, og hvussu stór orka verður løgd í ítróttararbeiði kring landið. Her hugsa vit um alt tað arbeiði, sum íðkandi, venjarar, leiðarar og onnur gera innan føroyskan ítrótt.

Somuleiðis hava vit brúk fyri at gera mynduleikunum greitt, hvussu stór sjálvboðin orka verður løgd í arbeiðið innan ítróttina.

Í spurnarblaðnum verða feløgini spurd, hvørjar avbjóðingar tey meta sum teir størstu, eins og tey verða biðin um at gera eina meting av teimum avjóðingum, sum komandi árini fara at hava við sær. Bæði umsitingarliga, fíggjarliga og eisini í sambandi við fysisku umstøðurnar við høllum og vøllum.

Við góðum hagtølum, fáa vit eisini sett inn, har tørvurin er størstur. Vit kunnu samanbera ítróttargreinar, ítróttarøki og feløg.

Ætlanin er, at úrslitið av kanningini er klárt einaferð seint í heyst, og tí er neyðugt at øll senda oyðubløðini inn aftur til skrivstovuna hjá ÍSF skjótast gjørligt.

Oyðublaðið er at finna sum word-fíla her.