Frá Ítróttatinginum 2025 við yvirskriftini “Venjarin hjá børnunum, breiddini og teimum bestu”:
27. og 28.mai bjóðaði ÍSF til árligt Ítróttating. Eitt kvøld har vit seta eitt viðkomandi evni á dagskrá. Hesuferð var evnið Venjarin. Høvuðs gestarøðari var danski ungdómsvenjarin og mennarin Claus Dalgaard-Hansen. Vit skipaðu eitt ting í Tórshavn og eitt í Klaksvík.

Í Finsen í Havn hevði Claus Dalgaard-Hansen eina sera áhugaverda og hugvekjandi framløgu, har hann m.a. nart við spurningin um foreldravenjaran, hin unga venjaran og góða barna- og ungdómsvenjaran. Og hvussu vit fáa fleiri við?
Claus var sera týðuligur í mun til, hvussu vit kunnu tryggja fleiri sjálvbodnar venjarar og tryggja okkum, at tey halda á longri, sum venjarar í felagsskapinum.
Til spurningin um, hvat hevur týdning, tá vit skulu bjóða nýggjum venjarum til, umrøddi hann m.a. foreldravenjaran og unga venjaran.
Hann mælti til, at vit grundgeva væl og erliga, tá vit eggja foreldrum at gerast venjarar. Nakrar grundgevingar, sum vit kunnu brúka, eru, at venjarauppgávan kann vera eitt kært frírúm hjá foreldrinum, tí hetta er ein løtu, har tú sleppur at vera við til at skapa gleðina hjá børnum við ítróttinum, og tú fært sjálv/ur gleðina av at gerast partur av einum felagsskapi í ítróttafelagnum. Og tað er eisini ein góð grundgeving, at hetta er ein frálíkur máti at koma at kenna vinirnar hjá børnunum og foreldur teirra. Hann vísti eisini á, at eldhugur er týdningarmiklari enn fakligheit, og tí kunnu vit bjóða nógv fleiri við i størri venjaratoymi, har tey hava ein væl lýstan leiklut. At vit eru erlig um, hvat teirra uppgáva er.
Tá talan var um unga venjaran, hevði Claus eisini nøkur góð ráð til, hvussu vit, sum felag, kunnu fáa ungar venjarar til. Her vísti hann m.a. á, at hann sjálvur visti um nógv dømi um, at tann ungi sjálv/ur verður ein nógv betur íðkari av at vera barnavenjari. Íðkarin fær heilt einfalt dýrabærar førleikar sum til dømis leiðsluroyndir, samstundis sum børnini fáa stjørnur í eyguni, tí ungu leikararnir eru hetjurnar í felagnum.
Claus undirstrikaði, at uppgávan hjá unga venjaranum er at vera nærverandi og at vera tilvitað um, at tey eru fyrimyndir – sostatt ynskja vit at síggja eitt persónligt engagement frá tí unga, um hann/hon ynskir at gerast venjari. Tey fara at gera feilir, og fara at læra av feilunum, men tey skulu vilja læra og tora at vera heil í uppgávuni. Tá gongur allur felagsskapurin upp í eina hægri eind.
Og síðst men ikki minst, er tað avgerandi at vit, sum felag, spyrja fleiri í senn og hugsa í sterkum toymum, tá vit seta venjarar. So í staðin fyri at spyrja ein persón, skulu vit heldur spyrja fleiri í senn. Tað hevur stóran týdning at vera ítøkiligur og greiður um, júst hvørjar uppgávur venjarauppgávan í toyminum innibera.
Tað snýr seg altso ikki um at yvirtala ein persón, venda blinda eyga til og vóna tað besta. Neyðugt er at tosa við fleiri persónar og tosa saman um, hvørjar uppgávur skulu loysast, og hvør egnar seg best til hvørjar uppgávur.
Lokalu gestarøðarnir í Havn vóru Jórun Ludvig, ungdómslandsliðsvenjari hjá HSF og Eli Hentze, samskipari av venjaraútbúgvingunum hjá FSF.

Uni Holm Johannesen, orðstýrari, og Jórun Ludvig høvdu eitt framúr gott prát um hennara venjaraleið, og Jórun smæddist ikki við bæði at seta orða á egnu ambitiónir sum venjari, og hvat hon hevur lært í tíðini sum venjari, bæði hjá børnum og teimum bestu, og nú eisini sum landsliðsvenjari. Og júst hetta við at seta orð á egnar styrkir og ynski er neyðugt, tá vit skulu seta venjaratoymini rætt saman.
Síðstu framløguna hetta týskvøldið hevði Eli Hentze, ið hugleiddi um sítt langa lív sum venjari. Høvuðsboðskapurin var nokk, at tað er avgerðandi neyðugt at skapa góðar upplivingar í felagsskapinum, sum mann er partur av.

Seinni Ítróttatingið 2025 varð hildi í Varpinum í Klaksvík, og hetta kvøldið var evnið venjingarumhvørvini.
Í síni framløgu í Varpinum gav Claus sítt tilmæli um menningar- og venjingarumhvørvi og kom hann m.a. inn á, hvussu vit menna og varðveita lokalar venjarar og skapa tað góða menningarumhvørvið. Áhugavert var at hoyra hann seta orð á, hvat vit, sum ítróttarfeløg og venjarar leggja í ryggsekkin hjá teimum ungu, og hvussu venjarin má tryggja, at tað bæði er stuttligt og mennandi at møta til venjing, tí annars vilja tey ungu skjótt velja ítróttina frá. Og aftur og aftur hoyra vit henda roynda mannin staðfesta, at vit kunnu ikki siga, hvør av okkara mongu ungu børnum, ynskir at fara allan vegin, og tí skulu vit halda okkara venjingarumhvørvi opin fyri so nógvum sum gjørligt – eisini tá tey eru eldri enn 15 ár.
Lokalu gestarøðarnir í Klaksvík vóru Jonas Nielsen, Akademistjóri hjá KÍ og Jan á Líðarenda úr Víking.
Í KÍ hava tey seinastu árini uppbygt eitt sterkt venjaraumhvørvið kring síni lið. Tey hava 7-10 fulltíðarsettar venjarar, sum skipa arbeiðið, og talið av foreldrum, sum bjóða seg fram at hjálpa til veksur fyri hvørt ár. Tey tora at bjóða seg fram, tí tey vita, at har eru fólk at skipa og taka um endan um tørvur er á tí.
Í Víkingi hava tey bert ein fulltíðarsettan venjara. Men tey hava seinastu árini bygt eina sterka sjálvbodna mentan, har tað er eitt krav at øll taka eina hond í. Øll lyfti í felag og seinastu árini er felagsskapurin vorðin ein sterkur felagsskapur við gjøgnumgangandi góðum úrslitum.
Tvey ymisk feløg við ymiskum umstøðum.
Bæði kvøldini endaðu við kjaki, ið orðstýrarin Uni Holm Johannesen stýrdi. Her fingu gestarøðarnir høvið at byggja víðari á framløgurnar hjá hvør øðrum og svara spurningum, bæði frá Una og frá áhoyrarum í salinum.
Ítróttatingið 2025 setti sjóneykuna á Venjaraleiklutin. Tvey kvøld við íblástri, har vit enn einaferð fingu staðfest týdningin av venjaranum. Venjararnir og allir hjálparvenjararnir eru lyklapersónarnir í góða felagsskapinum. Vit muga tí raðfesta og arbeiða fyri at tryggja góð venjaraumhvørvi.
ÍSF skipar árliga fyri Ítóttatingum, har vit taka viðkomandi evni upp, sum fevna breitt um góða ítróttafelagsskapin. Ítróttatingini eru ókeypis og almenn. Næsta ítróttating verður um somu tíð næsta ár.











