Herfyri løgdu vit út um javnstøðu í nevndunum ávikavist hjá feløgunum og hjá sambondunum. Nú hava vit tikið allar nevndirnar samlað, og so eisini deilt upp í ítróttagreinar.

Sambond: 26 nevndir
Feløg: 82 nevndir
Feløg og Sambond: 108 nevndir

Tað sæst, at ítróttafeløgini duga betri at fáa kvinnur í nevndirnar enn sambondini gera. Hví hetta er so, kunnu vit í fyrstu atløgu bert gita um, men ein orsøk kann vera, at hjá ítróttafeløgunum ber til at arbeiða praktiskt innan sín ítrótt, meðan tað hjá sambondunum verður arbeitt meira yvirordnað og politiskt. Kanska kvinnunum dáma betri at hava beinleiðis ávirkan á íðkarar, venjarar, umstøður og at hjálpa til við tí praktiska, sum krevst til at reka eitt ítróttafelag.

Leggja vit allar ítróttafelagsnevndirnar saman (í 2020 hava vit tølini frá 82 feløgum), eru hesar innanfyri tað mark, sum ÍSF hevur sett fyri kynsbýtið í 2030. Men rættast er at hyggja nærri at tølunum, og har sæst, at nakrar ítróttagreinir eru frægari enn aðrar hvat viðvíkur javnstøðu.

Niðanfyri hava vit sett nakrar grafar inn fyri at vísa støðuna:

(hagtølini síggjast HER)