Stjórn ÍSF hevur á stjórnarfundi gjørt av, at seta í verk eina kanning av bygnaðinum í Ítrottasambandi Føoyra.
Endamálið við hesi kannig er at fáa staðfest um verandi bygnaður er tann limirnir ynskja ella um onkur broyting átti at veri gjørd.
Sum part av hesum arbeiði, er avgjørt at hava ein evnisdag har feløg, sersambond og starvsnevnd ÍSF var at viðgera bygnaðin í Ítróttasambandi Føroya.
Ynsikilgt er at tað koma tvey umboð frá hvørjum felag og tvey umboð frá hvørji ítróttagrein í sersambondunum.
Tiltakið sum verður á Hotel Føroyum leygardagin 6. februar er ókeypis.
Vinarliga boða frá á nro@isf.fo hvør kemur frá tykkara felag, í seinasta lagi mikudagin 3. februar 2010.
Skrá:
10.00 – 10.15 Vælkomin v/ Sølvi Reinert Hansen
10.15 – 10.45 Kunning um gongdina og dagsins skrá, v/Jan Gudnitz (DIF)
10.45 – 12.30 Workshop 1: Visjónir, mál og upgávur
12.30 – 13.30 Døgurðastegður
13.30 – 14.00 Uppsamling frá Workshop 1
14.00 – 15.45 Workshop 2: Uppgávubýtið millum ÍSF, sersambondini og feløgini.
15.45 – 16.00 Steðgur
16.00 – 16.30 Uppsamling frá Workshop 2
16.30 – 17.00 Endi og kunning um hvussu víðari verður farið fram.
Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skrivstovuna á tlf 312606 ella við Ninnu á tlf 212933.

Meira um verkætlanina:

Inngangur og bakgrund

Ítróttasamband Føroya avgjørdi á stjórnarfundi 30. apríl 2009, at farast skal, á heysti 2009, undir eitt menningararbeiði, ið skal tryggja, at Ítróttasambandið, bæði politiskt og umsitingarliga, er ført fyri at lyfta tær uppgávur, ið skulu loysast í framtíðini. Á einum stuttum fundi hjá Danska Ítróttasambandinum millum Sølva Reinert Hansen, Petur Elias Petersen (ÍSF) og Jan Gudnitz (DIF Menning) var nomið við onkrar av teimum trupulleikum, sum eru í verandi bygnaði serliga millum tey valdu í landsfelagsskapinum (ÍSF). Á sama fundi varð eisini umrøtt, hvussu ein tilgongd kundi síggja út, ið skuldi vera liðug seinast í mars 2010. Avtalað varð, at Jan Gudnitz skuldi gera uppskot til eina tilgongd, ið skal greina trupulleikarnar, og við støði í tí gera eitt uppskot til møguligar broytingar / tillagingar. Stjórnin kann nýta tilmælið sum uppskot til samtyktar á aðalfundinum 2010. ÍSF hevur havt sama bygnað í eini 25 ár. Tað er í sær sjálvum ikki orsøk til at gera stórar broytingar, heldur ikki í bygnaðinum, uttan so at tað er tørvur á tí. Tað eru m.a. hesar umstøður, ið menningartilgongdin skal fáa greiði á. Tilgongdin er tí sett saman av einum kanningarparti og einum handlingsparti.

Møguligir trupulleikar

Verandi bygnaður í Ítróttasamband Føroya tykist ótíðarhóskandi í mun til tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman. Tað tykist, sum fleiri ymiskar fatanir eru av, hvussu demokratisku møguleikarnir fyri ávirkan eru og eiga at vera. Eisini tykist tað, sum tað ikki í nóg stóran mun er ein felags fatan av, hvørja kós Ítróttasamband Føroya skal halda í framtíðini.

Fyriskipanarligur grundmyndil

Gongdin tekur støði í, at í felagsskapinum eigur at verða arbeitt eftir meginreglunum um samanhang millum visjónur, mál og ætlanir, og at hesi fáa avgerandi týdning fyri, hvussu felagsskapurin raðfestir, og hvussu tiltøkini verða framd. Arbeitt verður eftir myndlinum ”Tann strategiski Tríkanturin”, sum Danmarks Idræts-Forbund mælir til, at ítróttafeløgini nýta sum fyrimynd fyri strategiskari menning og rakstri. Eitt av grundhugskotunum í myndlinum er, at bygnaður og samskipan skulu stuðla undir at seta í verk og røkka visjónum og málum hjá felagsskapinum. Myndilin kann alla tíðina tillagast, so hann hóskar teimum strategiskum valum, ið verða tikin fyri at røkka málunum hjá felagsskapinum.

Endamál

Endamálið við menningarverkætlanini er, sambært omanfyrinevndu spurningum, at fáa gjørt eina felags mynd av, hvørjar tær týdningarmestu avbjóðingarnar og uppgávurnar í felagsskapinum eru, og hvussu hesar skulu loysast fyriskipanarliga.

Ítøkiliga málið við verkætlanini er, at í seinasta lagi síðst í mars 2010, skal hetta verða framt:

· Ein greining av verandi uppgávubýti, og hvør og hvussu Ítróttasambandið, sersambondini og ítróttarfeløgini í Føroyum, hava ávirkan.

· Ein kanning av hvat Ítróttasambandið, sersambondini og ítróttarfeløgini meina eru størstu avbjóðingar og uppgávur hjá Ítróttasambandinum í framtíðini.

· Eitt tilmæli til stjórnina í Ítróttasambandinum um visjón, mál og strategi og eitt uppskot til framtíðarbygnaðin í Ítróttasambandinum.

Omanfyrinevndu skulu gera eitt uppskot um visjón, mál og tilhoyrandi politiskan struktur, sum kann leggjast fram á aðalfundinum í mai 2010.

Mannagongd

Verkætlanin verður framd sum ein semistrukturerað ‘bottom-up’ tilgongd við umboðum fyri allar áhugabólkar hjá ÍSF. Upplýsingar, ið styðja undir greiningarpartin eins og eftirfylgjandi arbeiðið at gera visjón, mál og strategi við tilhoyrandi strukturi verða savnaðir, lutvíst við seminarum og workshops, og lutvíst við umfatandi spurnarblaðkanning millum sersambond, feløg og limir í føroyska ítróttarumhvørvinum.

Verkætlanartilgongd og yvirskipað tíðarætlan

Mælt verður til, at verkætlanin verður býtt upp í fimm partar, har hetta uppleggið varpar ljós á fýra teir fyrstu, ið verða framdar við keyptari konsulenthjálp frá Danmarks Idræts-Forbund, sum ein menningarkonsulentur frá DIF-Menning tekur sær av. Niðanfyri verður lýst tað, ið verður gjørt í hvørjum einstøkum parti. Treytin fyri at fara undir ein nýggjan part er, at undanfarni parturin er liðugur. Upprunaliga ynskið var, at verkætlanin skuldi verið liðug í 2009. Fortreytin var, at tilgongdin varð byrjað á várið 2009. Av tí at tilgongdin ikki byrjaði fyrr enn um heystið 2009, hevur stýrisbólkurin gjørt av at útseta verkætlanina, so hon verður lokin síðst í mars 2010.

Teir fimm partarnir eru:

· Fyrstu stigini (1. august – 1. oktober 2009)

· Upplegg til menningartilgongdina verður tillagað

· Samstarvsavtala millum ÍSF og DIF

· Verkætlanarskipan gjørd

Byrjanarparturin

· Byrjanarseminar fyri verkætlanarbólkin

· Verkætlanarlýsing gjørd

· Verkætlanin gjølla løgd til rættis

Útinnandi parturin (1. januar 2009 – 15. februar 2010)

· Workshop um visjón, mál og strategi, umframt ábyrgdar- og uppgávubýti millum ÍSF, sersambondini og feløgini

· Spurnarblaðkanning verður gjørd og sett í verk

Seinasti parturin

· Úrslitini av spurnarblaðkanningini verða greinað og sammett við úrslitini frá workshop

· Tilmæli um visjón, mál og strategi, umframt upprit til stjórnarskipan verður gjørt

· Tilráðing til aðalfundin gjørd

Íverksetingarparturin (2010)

Meginuppgávan hjá verkætlanarskipanini er liðug, tá ið tilmælini eru handað. Síðani avgera starvsnevnd og stjórn, um uppskot skal gerast um broytingar av verandi bygnaði, og um so er, hvussu uppskotið skal síggja út. Í hesum upplegginum er støða ikki tikin til, um konsulenthjálp skal keypast hjá Danmarks Idræts-Forbund til henda partin, ella hetta skal gerast innanhýsis.

Skipan av verkætlanini

Menningargongdin verður skipað og gjørd eftir einum alkendum verkætlanarformi við ásetingum um, hvør skal gera hvat, sum er lýst her. Verkætlanarskipanin skal tryggja, at øll, sum eru við, kenna síni ábyrgdarøki og haðani loysa tær uppgávur, ið eru tengdar at teimum einstøku leiklutunum í verkætlanini.

Verkætlanin er knýtt at stjórn ÍSF’s. Higani er verkætlanin sett í gongd, og tað er eisini stjórnin, sum saman við starvsnevndini, skal meta um, um úrslitini av verkætlanini skulu setast í verk.

Ábyrgdin fyri, at menningartilgongdin verður framd, er síðani latin einum verkætlanarbólki, ið umfatar verandi starvsnevnd. Síðani skal starvsnevndin viðgera og fremja verkætlanina. Verkætlanarbólkurin er eisini viðgerðareindin í verkætlanini. Verkætlanarbólkurin fremur og fyriskipar verkætlanini sambært teimum karmum, ið eru viðmæltir/góðkendir av stjórnini, eisini at kostnaðarætlanin verður hildin. Í verkætlanarbólkinum verður tann endaliga verkætlanarlýsingin gjørd. Verkætlanarbólkurin hevur ábyrgdina av, at øll tiltøkini verða framd, og at evstu mørk fyri tíðarætlan verða hildin. Tað er eisini verkætlanarbólkurin, ið ger tær endaligu niðurstøðurnar og tilmælini.

Hesi eru í verkætlanarbólkinum:

Sølvi Reinert Hansen

Petur Elias Petersen

Katrin Joensen

Petur Ove Petersen

Ninna Reinert Ørvarodd

Jan Gudnitz, konsulentur

ÍSF rindar og fær til vega fyrisitingarligt tilfeingi tøkt til verkætlanina. Tað hevur við sær dagføring av verkætlanaramboðum, innkalling, upprit, bílegging av hølum, kostarhald, flutning v.m. og fíggjarstýring, umframt samskifti við umheimin um verkætlanina.

Fígging

Ítróttasamband Føroya rindar allar útreiðslur í sambandi við menningarverkætlanina. T.v.s. útreiðslur til lønir/samsýningar, uppihalds-, kostarhalds- og flutningsútreiðslur, umframt útreiðslur til tilfar o.s.fr.