Fríggjadagin 6. mars kl 18-21 og leygardagin 7. mars kl 9-17 verður aftur skipað fyri skeiði fyri venjarum hjá børnum og ungum.
Fyrr í vetur hava vit skipað fyri trimum skeiðum fyri leiðarum hjá børnum og ungum og hava hesi verið sera væl móttikin. Fleiri luttakarar sum hava verið á skeiði, bíða spentir til næsta skeið verður seinni í vár.
Á skeiðinum er pláss fyri 24 luttakarum, og enn eru pláss eftir til skeiðið.
Evni:
– ítróttarpædagogikkur
– Ítróttarumhvørvi
– Menning hjá børnum
– Venjing
– Trygd og ábyrgd
– Etikkur og moralur
Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, Leygardagin verður venjing í Badmintonhøllini.
Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.
Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.
Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá Danska Ítróttasambandinum.
Hvat fært tú burturúr:
– Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
– Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi
– Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum
Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiði er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.
Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Ninnu á telduposti nro@isf.fo ella á tlf.: 212933.Gott um tit finna luttakarar til skeiðið, so hetta verður líka væleydnað sum undanfarin skeið.