Skeið fyri venjarum, hjá børnum og ungum

– Ítróttur fyri børn og ung.

Skeiðið verður 1. og 2. okt 2010 í ÍSF-húsinum í Havn.
Byrjað verður fríggjakvøldið  kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin er tað frá kl. 9.00 til 17.00.

Evni:
–       ítróttapædagogikkur
–       Ítróttaumhvørvi
–       Menning hjá børnum
–       Venjing
–       Trygd og ábyrgd
–       Etikkur og moralur

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, so tá er gott við ítróttaklæðum.
Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari uppá skeiðið. Útbúgvingin er Europeisk viðurkend.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:

–       Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
–       Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi
–       Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur. Eisini er møguligt at sova.

Tilmelding
Tilmelding er neyðug á ahl@isf.fo ella á tlf. 312606 ella 282331.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.