Ítróttasamband Føroya hevur nú dagført leiðbeiningina, sum gevur feløgum, nevndarlimum, kassameistarum, íðkarum, hjálparfólkum v. m. – teimum, sum í tí dagliga vara av ítróttini, innlit í og svar uppá teir mest týðandi tættirnar innan skatt og meirvirðisgjald, tá um ítróttina umræður. Dentur hevur verið lagdur á at gera leiðbeiningina lætt atgongiliga hjá leikfólki, uttan serligt innlit í skatta-og mvg viðurskifti. Leiðbeiningin varð á fyrsta sinni gjørd í 2009 og er nú dagførd.

Leiðbeiningin er gjørd í tøttum samstarvi við grannskoðara ÍSF´s, Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT, løggilt grannskoðaravirki, sum hevur veitt hjálp og ráðgeving i sambandi við útgávuna av leiðbeingini. Leiðbeiningin er býtt upp í 2 partar, har fyrri parturin snýr seg um skattlig viðurskifti, meðan seinni parturin umrøður meirvirðisgjald.

Tak leiðbeinignina og viðkomandi skjøl niður við at trýsta á slóðirnar niðanfyri. Tilfarið finst eisini við at velja “Tilfar” og síðan “Skattur og mvg” í menuini omanfyri.

Ítróttafeløg skattur og mvg – Leiðbeining til nevndarlimir, kassameistarar, venjarar, íðkarar, hjálparfólk v.m.

Kunngerð  um minstukrøv til bókhald og roknskap

Kunngerð um skattafrælsi

Takstir í sambandi við uttanlandsferðing

Fríir ágóðar 2010

Umsókn um stuðul til ferðaútreiðslur í Føroyum”Vegalongdir”

Umsókn um stuðul til dupult húsarhald

Rundskriv viðv. gávum frá arbeiðsgevara

Skrásetingarskjal til vinnuskránna (V-tal)

MVG-uppgerð

Umsókn um frítøku fyri MVG í sambandi við vælgerandi tiltøk

Umsókn um sjálvbodna skráseting fyri útleigu av fastogn

Umsókn um at gerast eMVG-brúkari