Mikukvøldið 2. apríl skipaði ÍSF fyri skeiði, fyri nevndarlimum í føroysku ítróttafeløgunum.
Skeiðshaldarar vóru Katrin á Neystabø og Andras Nolsøe, ítróttarágevarar hjá ÍSF.

Undirtøkan var sera góð og heili 8 feløg og sambond vóru umboðaði á skeiðnum.

Skeiði er sett saman av bæði teori og praksis. Teoretiski parturin handlar um nevndararbeiði í praksis, meðan tann praktiski parturin er bygdur upp sum ein workshop, har nevndin saman arbeiðir við ymiskum uppgávum, sum eru viðkomandi fyri júst teirra egna felag.

ÍSF kemur framyvir at bjóða hetta skeiðið út við jøvnum millumbilum, tí afturmeldingarnar hava víst, at hetta er eitt skeið, sum er sera viðkomandi fyri feløgini.


Herundir eru nakrar myndir frá skeiðnum, sum var hildi í felagshølunum hjá ÍSF á Eystaru Bryggju í Havn.