Føroysk børn og ung eta ov lítið av frukt og grønmeti, og tey eta ov nógv sukur. Umleið 70% av fólkaskúlanæmingum eru limir í einum ítróttafelag, og flestu teirra luttaka eisini í kappingum.
Ítróttasamband Føroya hevur gjørt avtalu við Føroya Keypssamtøku, um at ítróttafeløg kunna keypa frukt og grønmeti við avsláttri. Hetta rópa vit Leikmeti.
Leikmeti er skorin frukt og grønmeti, koyrt í bikør. Leikmeti er ein heilsugóður millummáli, tá ið tú ert virkin.
Tá tit skipa fyri kappingum, legum osfr., kunnu tit keypa kassar av frukt og grønmeti, sum tit so sjálv skera og selja. Um sama viðfangi fáa tit eisin bikør. Tit gera av sjálv, hvussu nógv leikmeti skal kosta.
Er sølubúð á staðnum frammanundan, er týdningarmikið, at tit taka eitt prát við eigaran av sølubúðini, so trupleikar ikki standast av hesum.
Ítróttasamband Føroya ynskir okkara børnum og ungum heilsugóðar vanar, sum kunna stimbra teirra ítróttahuga og ítróttaavrik.
Í hesum brævi er ein faldari um leikmeti, hvussu tit bíleggja og ymiskt annað. Fyrstu ferð, tit bíleggja, kunnu tit eisini bíleggja ein ókeypis amboðskassa, við øllum tí, sum skal brúkast at fyrireika og gera til leikmeti.
Tit fáa meira at vita á www.isf.fo ella www.fk.fo undir leinkinum Leikmeti.
Ítróttasamband Føroya vónar og vil heita á tykkum, um at gera brúk av hesum tilboði.
Tit eru altíð vælkomin at venda tykkum til okkara ítróttaráðgeva, Anniku H. Lindenskov tlf. 282331 ella á teldupostadr. ahl@isf.fo, um tit hava spurningar, viðmerkingar ella annað.
Við ítróttakvøðu
Ítróttasamband Føroya