Nú um ársskiftið eru tveir nýggir tættir at síggja á heimasíðuni hjá Ítróttasambandi Føroya.

Í teiginum Ítrótturin & eg fara ymisk fólk at siga frá, hvønn týdning ítróttur hevur í teirra lívi. Fyrstu tvey fólkini hava longu sagt sína meining um hetta mál, og eru tey Kaj Leo Johannesen, Løgmaður, og Todi Jónsson, fyrrverandi yrkisfótbóltsspælari.

Hin teigurin Góður atburður er ein roynd at gera etisku leiðreglurnar hjá Ítróttasambandi Føroya meiri livandi. Etisku leiðreglurnar vórðu gjørdar í 2008 og sendar limafeløgunum tá. Eisini hevur verið skipað fyri einum evniskvøldi um etikk seinasta heyst. Í røðini um góðan atburð, verða samrøður gjørdar við ymisk fólk í ítróttaumhvørvinum. Fyrsta greinin snýr seg um góðan atburð hjá vaksnum íðkandi, og er samrøða gjørd við Josef Abrahamsen, hondbóltsleikara í Kyndli. Ingi Samuelsen samskipar hesa greinarøðina fyri Ítróttasamband Føroya.