nyggjar
Ítróttasamband Føroya vil við hesum bera øllum eina heilsan á nýggjárinum.

Vit vilja í hesum sambandi við takksemi líta aftur á árið sum fer, samstundis sum vit gleða okkum til árið, ið kemur.

Eitt av aðalendamálunum hjá Ítróttasambandi Føroya er at stuðla okkara limafeløgum kring landið, og hava vit í árinum, sum fer, í hesum sambandi skipa fyri skeiðum fyri nevndarlimum og venjarum bæði um várið og heystið.

Um várið vóru vit eisini á kunningarferð hjá feløgunum. Fjølbroytt evniskvøld vóru hildin kring landið. Og fyrilestrar við viðkomandi evnum hava eisini verið.

Ein onnur tænasta til limafeløgini er nýggja elektróniska limaskrásetingarskipanin askur.fo, sum alt fleiri feløg taka í nýtslu.

Seinasta summar vóru Olympisku og Paralympisku leikirnir hildnir í London. Hesi tiltøkini, sum bert eru fjórða hvørt ár, eru stórhendingar í ítróttarheiminum. Føroyar áttu tveir luttakarar – tveir svimjarar – á leikunum. Pál Joensen luttók á danska OL-liðnum, og Ragnvaldur Jensen umboðaði Føroyar á Paralympisku leikunum.

Í samband við Oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013 varð aðalfundur og kunnandi vitjan á Bermuda seinasta summar. Umstøðurnar at íðka ítrótt eru góðar á Bermuda, og leikirnir verða heilt víst nakað serligt. Stóru avbjóðingarnar eru langi teinurin, ið ferðast skal vestur um hav og innivistið á Bermuda, sum sum heild er kostnaðarmikið. Føroyar hava nevndarlim í Altjóða Oyggjaleikanevndini í løtuni.

Vit fegnast um, at aðrar ítróttagreinir eisini taka lut í altjóða kappingum og dystum í sínum ítróttagreinum. Í síni heild er føroyskur ítróttur fremsti ambassadørur hjá Føroyum úti í heimi. Vit fjølbroyttum ítróttarligum virksemi og nógvum góðum úrslitum varpa landslið og einstaklingar ljós á Føroyar sum eitt virki ítróttarland.

Ítróttasamband Føroya umboðar eisini Føroyar í øðrum altjóða ítróttafelagsskapum. ÍSF fekk høvi at greiða frá eini føroyskari verkætlan á árligu ráðstevnuni hjá Evropeiska ítróttarfelagsskapinum ENGSO í heyst, og hevði eisini umboð við á aðalfundinum hjá Evropeisku Olympisku Nevndini, EOC, í desember.

Vit síggja við spenningi fram til 2013. Arbeitt verður framhaldandi við førleikamenningini av føroyskum ítróttafeløgum – nevndarlimum, venjarum og leiðarum.

Í mars mánaði kemur starvsnevndin hjá altjóða oyggjaleikafelagsskapinum til Føroyar at hava sín árliga várfund. Mest týðandi parturin av sjálvum fundarvirkseminum er sum vera man komandi leikirnir á Bermuda næsta summar. Annars er ætlanin at kunna seg um føroysk viðurskifti, í samband við at Føroyar hava boðið sær at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2019. Nevndin fer at hava fundir við føroyskar myndugleikar fyri at tryggja sær, at Føroyar vera til reiðar í 2019.

Og komandi summar fara so eini 100 føroysk ítróttafólk til Bermuda at kappast. Føroyar hava staðið seg væl teir seinastu oyggjaleikirnar, og verður spennandi at fylgja við leikunum á Bermuda.

Samstundis sum vit takka føroyskum myndugleikum fyri teirra stuðul til ítrótt og ítróttarverkløg, er tað eyðsæð, at tørvurin á stuðli og samstarvi er størri enn nakrantíð. Menning av úrvalsítrótti, sum í stóran mun brandar okkum í mun til umheimin, setur stór krøv, og komandi Oyggjaleikirnir í Føroyum í 2019 fara eisini at merkja íløgur innan ítrótt komandi árini.

Vit fegnast um vælvildina, sum myndugleikar hava víst ítróttinum undanfarin ár, og síggja fram til gott samstarv í 2013.

Samstundis verður ein nýggjársheilsan send ítróttarfeløgum, sersambondum og eldsálum innan ítrótt, stuðlum, ið tryggja fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum, og miðlunum, ið greiða føroya fólki frá fjølbroytta ítróttarvirkseminum kring landið.

Gott nýggjár!

Ítróttasamband Føroya
Starvsnevndin