ÍSF hevur sett Jarvin Feilberg Hansen í starv sum ítróttar- og ungdómsráðgevi . Annika H Lindenskov, ítróttar- og ungdómsráðgevi hjá ÍSF, fer í barnsburðarfarloyvi tann 10 juli og skal Jarvin, umframt vanligu skrivstovuuppgávurnar, eisini virka sum ítróttar- og ungdómsráðgevi meðan Annika er í barnsburðarfarloyvi.