Føroyar hava tikið lut á Oyggjaleikunum síðani fyrstu leikirnar á Isle of Man í 1985.

Leikirnir verða fyriskipaðir annaðhvørt ár, og søkja tey 24 limalondini um at sleppa at fyriskipa leikunum. Føroyar vóru vertir í 1989.

Í ár, 2013, eru leikirnir á Bermuda í døgunum 13.-19. juli. Føroyski hópurin telur um 100 føroysk ítróttafólk umframt leiðarar og venjarar, umboð fyri føroysku miðlarnar og politisku skipanina.

Á hesi síðuni og undirsíðunum til høgru ber til at síggja ymiskt tilfar í samband við leikirnar.